Altjóða hondbóltssambandið, IHF gjørdi greitt undan HM-endaspælinum í manshondbólti, at undan innleiðandi bólkaspælinum, undan millumumfarinum, og undan fjórðingsfinalunum skuldu allir leikararnir kannast fyri Covid-19.
Svensku leikararnir sum vunnu millumbólk 2 við fullum stigatali blivu kannaðir eftir 32-30 sigurin á Portugal.
Í Svøríki anda tey lættan. Allir leikararnir í svenska høpinum vera tøkir til fjórðingsfinaluna móti antin Danmark ella Egyptalandi í Stokkhólmi mikukvøldið. Hetta merkir eisini, at allir leikararnir eru tøkir til eina møguliga hálvfinalu.
Í kvøld klokkan 19.30 spæla Noreg og Danmark bólkafinalur í millumbólki 3 og 4 móti Týsklandi og Egyptalandi.
Eftir dystin skulu norsku og donsku kannast fyri Covid-19.
Trý av átta liðum í fjórðingsfinalunum eru norðanlond. Lítið manglaði í hjá Íslandi, men teir gjørdust tíverri ov stuttir at røkka fjórðingsfinalunum.