VIDEO: Triðju ferð Argentina og Kroatia møtast í einum HM-endaspæli

(Video) Argentina og Kroatia vóru í bólki saman undir seinasta HM-endaspælinum í 2018

Í kvøld klokkan 19 spæla Argentina og Kroatia HM-hálvfinalu í Katar.

 

Hetta er triðju ferð, at liðini møtast í einum HM-endaspæli.

 

Í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998 vóru liðini í innleiðandi bólki saman. Tá vann Argentina 1-0. Mauricio Pineda skoraði sigursmálið tá.

 

Fyri fýra árum síðani í HM-endaspælinum í Russlandi vóru liðini aftur í innleiðandi bólki saman. Tá vann Kroatia heili 3-0. Ante Rebić, Luka Modric og Ivan Rakitić skutu málini hjá Kroatia.

 

Liðini hava eisini spælt tríggjar venjingardystir móti hvørjum øðrum.

 

Í 1994 leiktu liðini javnleik 0-0 í Zagreb. Í 2006 spældu liðini ein venjingardyst í Basel í Sveis. Tá vann Kroatia dystin 3-2. 

 

Í 2014 leiktu liðini venjingardyst á Upton Park leikvøllinum í London í Onglandi. Tá vann Argentina 2-1.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-0 sigrinum hjá Kroatia á Argentina í HM-endaspælinum í Russlandi fyri fýra árum síðani: