HM: Týskland og Egyptaland fingu fullan pott

Her eru úrslitini, málskjúttarnir og støðan í bólki E og G

Týskland tryggjaði sær fult stigatal í bólki E við stórsigri á Algeria í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Í bólki G tryggjaði Egyptaland sær eisini fult stigatal við stórsigri á USA.

 

Bólkur E:

 

Algeria – Týskland 21-37 (9-16)

 

Algeria : Abdi Ayyoub 5, Bastien Jean R. Khermouche 4, Daoud Hichem 3, Benhalima Nori Selim 2, Mokhtar Kouri 2, Zohir Naim 1, Bounab Hani Abderrafik 1, Djedid Yacine 1, Rahim Abdelkader 1, Douchet Sami 1.

 

Týskland : Jannik Kohlbacher 10, Luca Witzke 5, Juri Knorr 4, Christoph Steinert 4, Rune Dahmke 4, Djibril Mbengue 4, Johannes Golla 2, Paul Drux 2, Patrick Groetzki 2.

 

Katar – Serbia 24-34 (14-17)

 

Katar : Ahmad Madadi 5, Abdelrahman Tarek Abdalla 5, Youssef Ali 5, Moustafa Heiba 3, Ebrahim Shebl Ebaid 3, Rafael Capote 1, Eldar Memisevic 1, Mahmoud Hassaballa 1.

 

Serbia : Bogdan Radivojevic 7, Vukasin Vorkapic 6, Petar Dordic 4, Mijajlo Marsenic 4, Uros Borzas 3, Nemanja Ilic 3, Dragan Pechmalbec 2, Vanja Ilic 2, Lazar Kukic 2, Milos Orbovic 1.

 

Týskland vinnur bólkin við fullum stigatali, seks stigum. Serbia er nummar tvey við fýra stigum, Katar nummar trý við tveimum stigum, og Algeria endar aftast við ongum stigi. Týskland tekur fýra stig við sær í millumbólk 3, Serbia tekur tvey stig við sær, meðan Katar einki stig tekur við sær í millumbólk 3. 

 

Bólkur G: 

 

Egyptaland – USA 35-16 (19-7)

 

Egyptaland : Ahmed Mohamed 4, Yehia Elderaa 4, Seif Elderaa 4, Hassan Kaddah 4, Akram Saad 3, Ali Mohamed 3, Omar Elwakil 2, Mohamed Shebib 2, Ahmed Mesilhy 2, Mohab Abdelhak 2, Mohammad Sanad 2, Ahmed Elnakkady 1, Ibrahim Elmasry 1, Mohsen Mahmoud 1.

 

USA : Amar Amitovic 4, Alexandre Chan Blanco 4, Samuel Hoddersen 2, Andrew Donlin 2, Ian Hueter 1, Sean Corning 1, Gary Hines 1, Jakob Rysgaard Christiansen 1.

 

Kroatia – Marokko 36-24 (15-13)

 

Kroatia : Luka Cindric 9, Marin Jelinic 5, Lovro Mihic 4, Ivan Martinovic 3, Josip Sarac 3, Luka Sebetic 3, Igor Karacic 3, Filip Glavas 3, Marin Sipic 2, Domagoj Duvnjak 1.

 

Marokko : Rezzouki Reida 5, Hicham El Hakimy 5, Nabil Slassi 4, Mohammed Ezzine 3, Mohamed Amine Bentaleb 3, Mohammed Zaher 2, Amine Harchaoui 1, Yassine Belhou 1.

 

Egyptaland vinnur bólkin við fullum stigatali, seks stigum. Kroatia er nummar tvey við fýra stigum, og USA er nummar trý við tveimum stigum. Marokko endaði aftast við ongum stigi. Egyptaland tekur fýra stig við sær í millumbólk 4, Kroatia tekur tvey stig við sær, meðan USA einki stig tekur við sær í millumbólk 4.