HM undankappingin: Ongland hevur vunnið seg til endaspælið

Spania hevur framvegis fult stigatal

Mynd: Ritzau Scanpix

Í kvøld vóru átta HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa. 

 

Í bólki E heldur sigursrøðin hjá Spania fram. Spania vann á heimavølli stórsigur 4-0 á Bulgaria. Í sama bólki helt Turkaland lív í HM-vónini við 4-1 sigri á Georgia á heimavølli.

 

Aftaná fýra umfør hevur Spania 12 stig og Turkaland níggju stig. Georgia hevur trý stig og Bulgaria er aftast við ongum stigi.

 

Í bólki F skoraði Cristiano Ronaldo tvær ferðir fyri Portugal móti Ungarn, men Ungarn javnaði til 2-2 stutt undan dystarloki, og spilti harvið veitsluna hjá Portugal. Í sama bólki vann Írland ein hart tiltrongdan 1-0 sigur á Armenia.

 

Aftaná fýra umfør hevur Portugal 10 stig og Ungarn hevur fimm stig. Írland hevur fýra stig, og Armenia er aftast við trimum stigum. 

 

Í bólki I helt Italia lív í HM-vónini við 3-0 heimasigri á Ísrael. Í sama bólki leiktu Estland og Moldova javnleik 1-1.

 

Noreg er fremst í bólki I við fullum stigatali, 18 stig fyri seks dystir. Italia hevur 15 stig fyri seks dystir. Ísrael hevur níggju stig fyri sjey dystir, og Estland hevur fýra stig fyri sjey dystir. Moldova er aftast í bólkinum við einum stigi fyri seks dystir.

 

Í bólki K tryggjaði Ongland sær í kvøld bólkasigurin og plássið í HM-endaspælinum komandi summar við 5-0 stórsigri á Lettlandi á útivølli.

 

Í sama bólki vann Serbia á útivølli 3-1 á Andorra. 

 

Spania-Bulgaria 4-0 (1-0)

1-0 Mikel Merino ('35 )

2-0 Mikel Merino ('57 )

3-0 sjálvmál ('79 )

4-0 Mikel Oyarzabal, br. ('90 )

 

Turkaland-Georgia 4-1 (3-0)

1-0 Kenan Yildiz ('14 )

2-0 Merih Demiral ('22 )

3-0 Yunus Akgun ('35 )

4-0 Merih Demiral ('52 )

4-1 Giorgi Kochorashvili ('65 )

 

Portugal-Ungarn 2-2 (2-1)

0-1 Attila Szalai ('8 )

1-1 Cristiano Ronaldo ('22 )

2-1 Cristiano Ronaldo ('45 )

2-2 Dominik Szoboszlai ('90 )

 

Írland-Armenia 1-0 (0-0)

1-0 Evan Ferguson ('70 )

 

Italia-Ísrael 3-0 (1-0)

1-0 Mateo Retegui, br. ('45 )

2-0 Mateo Retegui ('74 )

3-0 Gianluca Mancini ('90 )

 

Estland-Moldova 1-1 (1-0)

1-0 Mattias Kait ('12 )

1-1 Stefan Bodisteanu ('64 )

 

Lettland-Ongland

0-1 Anthony Gordon ('26 )

0-2 Harry Kane ('44 )

0-3 Harry Kane, br. ('45 )

0-4 sjálvmál ('58 )

0-5 Eberechi Eze ('86 )

 

Andorra-Serbia 1-3 (1-1)

1-0 Guillaume Lopez ('17 )

1-1 sjálvmál ('19 )

1-2 Dusan Vlahovic ('54 )

1-3 Aleksandar Mitrovic, br. ('77 )

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix