Fyrr í dag tryggjaði Frakland sær bólkasigurin í HM-millumbólki 2 við 35-28 (19-13) sigri á Niðurlondum.
Ungarn liggur best fyri at tryggja sær annað plássið aftaná 29-26 (12-13) sigurin á Eysturríki í Varazdin í Kroatia.
Eysturríki kann ikki longur røkka øðrum plássinum og fjórðingsfinaluplássinum.
Tíðliga seinnapartin vunnu okkara HM-banamenn, Norðurmakedonia 39-34 (21-17) á Katar.
Frakland hevur átta stig, og Ungarn hevur fimm stig. Norðurmakedonia og Niðurlond hava fýra stig, og Eysturríki hevur trý stig. Katar er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Ungarn-Eysturríki 29-26 (12-13)
Toppskjúttar Ungarn: Pedro Rodriguez 8, Bendegúz Bóka 4, Zoltán Szita 4, Bence Bánhidi 4.
Toppskjúttar Eysturríki: Sebastian Frimmel 6, Lukas Hutecek 4, Nemanja Belos 4, Eric Damböck 3.
Niðurlond-Frakland 28-35 (13-19)
Toppskjúttar Niðurlond: Dani Baijens 6, Lars Kooij 5, Luc Steins 3, Rutger Ten Velde 3.
Toppskjúttar Frakland: Melvyn Richardson 7, Dika Mem 7, Elohim Prandi 4, Nedim Remili 4.
Norðurmakedonia-Katar 39-34 (21-17)
Toppskjúttar Norðurmakedonia: Filip Kuzmanovski 6, Zharko Peshevski 6, Nenad Kosteski 5, Marko Mitev 5.
Toppskjúttar Katar: Frankis Marzo 12, Moustafa Heiba 4, Youssef Altaieb Ali 4.
Skráin:
21. januar: Eysturríki-Norðurmakedonia 29-29 (14-13)
21. januar: Katar-Niðurlond 37-38 (19-17)
21. januar: Ungarn-Frakland 30-37 (15-23)
23. januar: Norðurmakedonia-Katar 39-34 (21-17)
23. januar: Niðurlond-Frakland 28-35 (13-19)
23. januar: Ungarn-Eysturríki 29-26 (12-13)
25. januar: Niðurlond-Eysturríki (klokkan 14.30)
25. januar: Katar-Ungarn (klokkan 17)
25. januar: Frakland-Norðurmakedonia (klokkan 19.30)