Danmark og Týskland vinna seg í fjórðingsfinalurnar úr HM-millumbólki 1.
Í Boxen í Herning vunnu Danmark og Týskland sannførandi á ávikavist Sveis og Italia, og tað er staðfest, at Danmark verður nummar eitt og Týskland verður nummar tvey í bólkinum.
Danmark-Sveis 39-28 (18-11)
Toppskjúttar Danmark: Lasse Andersson 8, Mathias Gidsel 6, Thomas Arnoldsen 5, Rasmus Lauge 4. Jóhan á Plógv Hansen 3.
Toppskjúttar Sveis: Felix Aellen 5, Noam Leopold 5, Lenny Rubin 4, Luka Maros 3.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Eitt gott mál hjá Jóhan á Plógv Hansen sæst við 4:26 minuttir.
Italia-Týskland 27-34 (13-15)
Toppskjúttar Italia: Leo Prantner 8, Simone Mengon 4, Giacomo Savini 3, Marco Mengon 3.
Toppskjúttar Týskland: Timo Kastening 6, Franz Semper 5, Julian Köster 5, Nils Lichtlein 4, Marko Grgic 4, Lukas Mertens 4.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum.