HM: Yamal hevur framúr góð hagtøl móti Mbappé

Tað gongur illa hjá Kylian Mbappé at vinna á teimum, ið hava Lamine Yamal á liðnum

Stóra spanska talentið, 19 ára gamli Lamine Yamal hevur veruliga takið á Kylian Mbappé, um hugt verður eftir avgerandi røkk-støkk dystum millum liðini og landsliðini hjá Yamal og Mbappé.

 

Í EM-hálvfinaluni í 2024 vunnu Yamal og Spania 2-1 á Mbappé og Fraklandi.

 

Í Super Cup/Stórsteypadystinum í 2025 vunnu Yamal og FC Barcelona 5-2 á Mbappé og Real Madrid.

 

Í Copa del Rey steypafinalun í 2025 vunnu Yamal og FC Barcelona 3-2 á Mbappé og Real Madrid.

 

Í Nations League hálvfinaluni í 2025 vunnu Yamal og Frakland 5-4 á Mbappé og Fraklandi.

 

Í Super Cup/Stórsteypadystinum í 2026 vunnu Yamal og FC Barcelona 3-2 á Mbappé og Real Madrid.

 

Í HM-hálvfinaluni í 2026 vunnu Yamal og Spania 2-0 á Mbappé og Fraklandi. 

 

So í røkk-støkk dystum er støðan 6-0 til Lamine Yamal móti Kylian Mbappé.