Hóast stór smittutøl hava spaniólar álit á koppseting

Í Spania ivast fjøldin ikki í, at talið av smittaðum og deyðum hevði verið enn størrri, um ikki so mong vóru koppsett, og tí taka spaniólar framvegis væl ímóti koppseting móti koronu.

Av fólkaríkastu londum í heiminum, er Spania landið, har flest borgarar hava latið seg koppseta.

 

 

Talið av smittaðum í Spania veksur skjótt, tó at spaniólar teljast millum tey í heiminum, sum eru komin longst við koppseting móti koronu-virus.

 

Av fólkaríkastu londum í heiminum, er Spania landið, har flest borgarar higartil hava latið seg koppseta, og her eru tey eisini mest positiv um koppseting.

 

Herfyri hevði Spania koppsett fleiri enn 25 miljónir borgarar, og tá verður hugsað um fólk, sum eru liðugt koppsett. Tað merkir, at 54,7 prosent av spanska fólkinum nú hava fingið bæði fyrru og seinnu koppseting, veit spanska ávísin - El Pais - at siga.

 

Tað eru lond, sum eru komin longur enn Spania við koppseting, og millum hesi er eitt nú Malta, har 84 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett. Ísland liggur eisini ovarlaga við 74 prosentum, ið hava fingið báðar koppsetingarnar.

 

Men, í Spania búgva út við 47 miljónir fólk, og tað merkir, at tað er eitt øgiliga stórt tal av fólki, sum hevur latið seg koppseta. Í síðstu viku vórðu tríggjar miljónir fólk koppsett og við teirri ferð, sum í løtuni er, er hugsandi, at 70 prosent av fólkinum verða liðugt koppsett, áðrenn august mánaði er hálvrunnin.

 

Hóast tað gongur væl við koppseting í Spania, hevur fimta smittubylgjan rakt landið, og nú eru tað serliga fólk í aldrinum 15 til 24 ár, sum gerast smittað.

 

- Tá smittutølini hava verið størst seinnu tíðina, hevur landið havt upp í 61.628 nýggjar tilburðir í eitt samdøgur, og so stór hava smittutølini ikki verið í Spania seinastu seks mánaðirnar, veit Euronews at siga. 

 

El Pais veit at siga, at mánadagin í hesi vikuni vórðu staðfestir 61.625 nýggir koronu-tilburðir í Spania, og seinastu tvær vikurnar er talið av deyðsføllum millum fólk, sum vóru fongd við koronu, trífaldað. 

 

Men, hóast smittutølini eru nógv vaksin seinastu tíðina, ivast fjøldin av spanska fólkinum ikki í, at talið av deyðum hevði verið enn størrri, um ikki so mong vóru koppsett, og tí taka spaniólar framvegis væl ímóti koppseting móti farsóttini.

 

 

 

Av fólkaríkastu londum í heiminum, er Spania landið, har flest borgarar hava latið seg koppseta.