Høgni Zachariassen brotnaði

- Tað verður flótandi føði í seks vikur, sigur miðverjin hjá ÍF

Høgni Zachariassen fór sunnudagin av vøllinum í 2-0 tapinum fyri AB, eftir at hann brast saman við mótstøðuspælara. Tað er nú staðfest, at 31 ára gamli miðverjin hjá ÍF hevur brotið kjálkabeini, og helst ikki spælir aftur hetta kappingarárið.

 

- Eg havi brotið kjálkabeini og skal undir skurð mikudagin. Snuddurin kom eftir at eg tveitti meg heldur harliga í eina takling, uttan at verja meg. Eg fekk so knæið hjá einum ABara í andlitið. So tað verður flótandi føði í seks vikur, sigur Høgni Zachariassen.

 

Tað eru 18 umfør spæld av teimum 27 í hesum árinum. Tí spælir Høgni Zachariassen helst ikki aftur í hesum kappingarárinum.

 

- Ja, kappingarárið er nokk farið, staðfestur Høgni Zachariassen, sum vegna skaða bara hevur verið við í níggju umførum.

 

ÍF illa spert

 

ÍF tapti dystin móti AB á Argjum 2-0. Í dystinum bleiv eisini Jan Ellingsgaard skaddur, meðan Ari Ellingsgaard fekk beinleiðis reytt kort. Teir verða saman við Høgna Zachariassen ikki við komandi umfari, tá ÍF tekur móti KÍ.

 

Heldur ikki Karl Løkin verður við, tí hann hevur skift til Næstved, sum spælir í 2. division vest, sum er triðj besta deildin í Danmark. Tað er hinvegin kærkomið, at Bartal Eliasen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

ÍF hevur, eftir tvey góð ár við tveimum silvurheiðursmerkjum í landskappingini, ikki fingið um endan í ár. Liðið er í løtuni nummar sjey og tað er sjey stig upp til heiðursmerki. Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF, hevur boðað frá, at málið nú er at røkka fjórða plássinum, sum helst kemur at geva atgongd til Europa League.