Høllin við Tjarnir reisigildi í gjár

Nú seinnapartin í gjár var reisigildi fyri Høllini við Tjarnir. Arbeiðið hevur gingið sera væl og í dag varð seinasta sperran sett upp á pláss.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri arbeiðstakarum og starvsfólki. Hann segði m.a.:

 

“Góðan dagin øll somul. Og hjartaliga vælkomin higar á byggiplássið Við Tjarnir, nú seinasta sperran kemur uppá pláss og vit kunnu halda reisigildi.

 

Tað tykist um bara nakrar vikur síðan, at vit í vetrarkulda og vindi fóru brótandi niðan á økið her í gummistivlum, ulpum og vøttum, at seta hol á arbeiðið. 

 

Men tað er bara ein staðfesting av, hvussu skjótt og væl arbeiðið hevur gingið.

 

##med2##

##med3##

Tey flestu tykkara kenna søguna um høllina. Allur upprunin til málið er eitt ynski um, at handils- og vinnulívið saman taka stig til at byggja eina altjóða stórhøll. 

 

Endamálið er at skapa bestu karmar til stór føroysk og altjóða tiltøk innan ítrótt, mentan, ráðstevnur, keypsstevnur, samkomufundir v.m., umframt at vera karmur sum ítróttahøll til flestu innandura ítróttagreinir. 

 

Stórhøllin sum karmur hevur í sær nógvar møguleikar, bæði av almannagagnligum og vinnuligum slag, sum ikki eru til í Føroyum frammanundan, men sum stórur tørvur er á, serliga innan ávísar ítróttagreinir og events. 

 

##med4##

##med5##

##med6##

Tórshavnar kommununa hevur sum mál at gera Havnina til altjóða ráðstevnubý, sum handils- og vinnulívið og stovnar annars fyriskipa, og sum eru við til at stuðla undir menningina av ferðavinnuni og tænastuvinnuni í kommununi.

 

Ein stórhøll sum henda skapar heilt nýggjar forteytir fyri samfelagsmenningini, eisini í kappingini við okkara grannalond. Og vit síggja eisini, at grannalond øvunda okkum hesa høllina.

 

##med7##

##med8##

##med9##

Høllin kann hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

 

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting  frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

 

Samanumtikið fer Høllin Við Tjarnir at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. 

 

##med10##

##med11##

##med12##

Onnur fara at viðgerða tað tekniska við høllini, meg eg fari at nýta høvið at at takka øllum tykkum, sum hava framt hetta vala verk. Umframt Articon sum høvuðsarbeiðstakara fari eg at nevna:

 

EL.FO, sum er el-arbeiðstakari

Samtakið Demich/Maria Poulsen, sum standa fyri HVS og Ventilatión

RND v/ Ransin Djurhuus, sum stendur fyri málaraarbeiðnum

BE-Smíð, sum stendur fyri glasrekkverkinum

 

Haraftrat koma útlendsku arbeiðstakararnir, sum eru:

Give Steel, sum gera stálarbeiðið

Lett-Tak úr Noregi, sum gera takelementini og

Phønix Tag úr Esbjerg, sum leggur takpappið

 

Hjartaliga takk fyri øll somul.

 

##med13##

##med14##

##med15##

At enda ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum hava stríðst og knossað her uppi í kuldanum í øllum veðri. 

 

Stóra takk fyri vælútint arbeiði. Vit gleða okkum at síggja høllina lidna. Hetta verður stórt fyri Havnina og fyri allar Føroyar.

 

Hjartaliga tillukku við degnum øll somul og bestu eydnu frameftir.”

 

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##