Pakkaboksir í Vestmanna

- Vit ynskja tænastuni hjartaliga vælkomnari, tí hetta verður heilt vist ein góð tænasta, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

- Nú nýtist tær hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, tí nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna. Pakkaboksin stendur á Magn-støðini, sum er opin hvønn dag.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

- Vit ynskja tænastuni hjartaliga vælkomnari, tí hetta verður heilt vist ein góð tænasta. Vit vilja eisini takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarum av Magnstøðini, fyri vælvild.

 

Á Posta siga tey, at endamálið við tænastuni er, at sendingar, sum tey ikki sleppa av við, serliga heilivágur, verður lagdur í pakkaboksina í staðin, umframt at gjørligt verður at senda pakkar tann vegin.

 

Tey, sum vilja hava meira at vita um nýggju pakkaboksirnar í Vestmanna, fáa meira kunning á heimasíðuni hjá Posta, har kunnað verður um pakkaboksir.