Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Avgerðin varð tikin ein mánað eftir, at tjóðartingið í Spania samtykti eina lóg, sum annars tryggjaði amnesti til loysingarfólk úr Katalonia.
Hetta gjørdi, at katalonskir aktivistar og embætisfólk kundu venda heim aftur til Spania uttan at verða handtikin og skuldu rættarsøkjast fyri uppreistursroynd.
Í 2017 stóð Puigdemont á odda fyri royndini hjá Katalonia at loysa frá Spania.
Áðrenn hetta skipaði hann sum sjálvstýrisforseti fyri fólkaatkvøðu í Katalonia um loysing. Tað lýsti stjórnin sum brot á grundlógina.
/ritzau/
Carles Puigdemont hevði útlit fyri at kunna venda aftur til Spania, eftir at ein amnestilóg varð samtykt