Leif Berg byrjaði tíðliga at ríða og var ofta til kappríðingar og mangan lá væl fyri hjá honum.
Tá gongulagskappingar byrjaði lá hann eisini fram við og eigur hann eisini nógv steyp í hesum høpi.
Mest kendur er Leif sjálvandi fyri fyritøkuna BergHestar, hann sá tiðliga tørvin á einum skipaðum ríðiskúla og byrjaði í smáum niðri undir Gráasteini. Eingin ivi er í at hetta er ein av høvuðsorsøkunum at ríðing er vaksin so nógv, bæði í Havn, men eisini runt oyggjarnar.
Fyritøkan vaks eisini skjótt og húsast tey nú í stásiligum sammantvinnaðari ríðihøll, fjós og íbúð uppi undir Marknagili, beint niðanfyri gomlu ríðibreytini hjá Føroya Ríðingarfelag. Fyritøkan BergHestar fæst eisini við ríðing við ferðafólkum og sjálvsagt eisini fyri føroyingar sum hava hug at fara á rossabak.
Leif er kendur millum manna fyri at vera góður í ráðum og at vera sera hjálpsamur. Hetta hava vit í Føroya Ríðingarfelag mangan notið gott av, og vilja vit geva honum eina stóra tøkk fyri hjálpsemið.
##med2##
Nú Leif Berg fyllur 70, er hann farin við konu, soni og góðum vinfólkum at standa á skíð í alpunum. Vónandi hava tey teldusamband har tey eru, so hann sær hesa heilsu, facebook o.a. moderna hevur hann ikki, so heilsan má skrivast her á heimasíðuni.
Til lukku Leif, vit vóna dagurin verður tær góður og at tú far okkurt gott at eta í kvøld
Brandur