Høvuðsstaðurin í Ukraina er tryggari

- Russiski herurin er trýstur aftur á ávísum hermótum, og helst hevur herurin tikið seg aftur á Kiev-leiðini, tí tapini hava verið so stór, sigur Palle Ydstebø á norska Krígsskúlanum við NRK.

Ukrainskir myndugleikar halda, at russiski herurin nú tekur seg aftur í økinum kring ukrainska høvuðsstaðin, Kiev.   

 

BBC skrivar við keldum í ukrainska herinum, at orsøkin til afturtøkuna er, at russiski herurin hevur verið fyri so stórari mótstøðu og stórum tapum í økinum.

 

Obertloytnanturin við Krígsskúlan í Noregi, Palle Ydstebø, sigur, at tá ein herur soleiðis tekur seg aftur, er tað oftast tí, at herurin hevur trupulleikar á hermótinum.

 

- Hetta merkir, at høvuðsstaðurin, Kiev, er tryggari. Russiski herurin er ikki nóg nær til at røkka málum við somu vápnum, sum eitt nú í Kharkiv, sigur hann við norska kringvarpið, NRK.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum eru heldur ikki tekin um, at Russland í løtuni flytir herdeildir úr Russlandi inn í Ukraina um hesar leiðir.

 

- Russiski herurin er trýstur aftur á ávísum hermótum, og helst hevur herurin tikið seg aftur um hesar leiðir, tí tapini hava verið so stór, sigur Palle Ydstebø við NRK.