Høvuðsstaðurin væl umboðaður

Fýra av teimum átta liðunum í fjórðingsfinalunum, eru úr høvuðsstaðnum

HB - Skála 1-0

1-0 Alex José dos Santos

 

LIÐUGT: Dysturin í Gundadali er nú er liðugur, og endaði við 1-0 sigri til HB. Sostatt livdi HB upp til favoritt leiklutin, men sum heild var talan um tama uppgerð.

 

88 min: HB er framvegis á odda 1-0 í Gundadali. Sostatt er líkt til, at HB verður tað seinasta liðið í dag, sum fer at spæla seg víðari í fjórðingsfinaluna.

 

MÁÁL, 1-0 til HB, 65 min: HB hevur nú lagt seg á odda 1-0. Alex José dos Santos varð málskjútti við beinleiðis hornasparki. Fáar minuttir áðrenn, brendi Fróði Benjaminsen ein risa møguleika fyri HB. HB situr í løtuni tyngri á dystinum, enn teir hava gjørt.

 

55 min: Støðan í Gundadali er framvegis tann sama. HB situr á tí mesta spælinum, men hevur tað trupult við at spæla seg fram til málmøguleikar. Leikararnir hjá Skála hava sum heild gott tamarhald á spælinum hjá HB, og harafturat er Skála heldur ikki vandaleyst, tá teir koyra skjótálopsstøður.

 

45 min, hálvleikur: Hálvleiksstøðan í Gundadali er 0-0. Tað er eingin ivi um, at trýstið liggur á heimaliðnum til seinna hálvleik, ið spælir eina deild omanfyri mótstøðuliðið til dagligt.

 

Støðan í Gundadali, nú hálvur tími er leiktur av dystinum, er 0-0. Tað er HB, ið er meira á bóltinum, men útiliðið, Skála, er ikki vandaleyst, tá teir fara í skjótálop. Tað er tó dyggur smeitur hjá Skála, at Pætur Dam Jacobsen, ikki er við til dystin í dag.

 

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Alex dos Santos – Bartal Wardum, René Joensen, Fróði Benjaminsen – Poul Ingason, Símun Sauelsen, Arnbjørn Hansen

 

Skála: Suni Ernstsson – Marnar Poulsen, Petur Pauli Mikkelsen, Jákup Jacobsen, Poul G. Olsen – Pauli G. Hansen, Símun Petur Poulsen – Brian Jacobsen, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Jóhan Johansen

 

 

 

07 Vestur - AB 1-2

0-1 Álvur Christiansen

0-2 Dimitrije Jankovic

1-2 Holgar Durhuus

 

 

LIÐUGT: AB er komið í fjórðingsfinaluna, eftir at teir vunnu útidystin í Sandavági 2-1.

 

MÁÁL, 2-1 til AB, 90 min: 07 Vestur hevur nú minkað um munin. Við brotssparki, hevur Holgar Durhuus minka um munin fyri 07 Vestur.

 

MÁÁL, 0-2 til AB, 88 min: Við brotssparki, hevur Dimitrije Jankovic lagt AB á odda 2-0.

 

MÁÁL, 0-1 til AB, 40 min: AB hevur lagt seg á odda. Málskjútti hjá AB, var fyrrverandi KÍ leikarin, Álvur Christiansen. 

 

07 Vestur: Kristian Joensen - Petur Dalbø, Emil Mikkelsen, Jákup Hansen, Sigtór Petersen - Torstein Mýlingstind, Sjúrður Ellefsen, Holgar Durhuus, Ásmund Hansen, Sølvi Egilsson - Milkey Minutillo

 

AB: Heðin Stenberg - Jónas Stenberg, Dimitrije Jankovic, Andras Brixen, Beinir Ellefsen - Kristin Mouritsen, Mikkjal Hentze, Álvur Christiansen, Rógvi Poulsen - Nikolaj Eriksen, Jógvan Skeel Nolsøe

 

 

EB/Streymur – KÍ 3-2

0-1 Sørmundur Kalsø

1-1 Leif Niclasen

2-1 Arnar Dam

2-2 Páll Klettskarð

3-2 Brian Olsen

 

LIÐUGT: EB/Streymur hevur spælt seg víðari í fjórðingsfinaluna. Hóast útiliðið, KÍ, mundi vera favorittur undan dystinum, so var tað EB/Streymur, ið vann spennandi uppgerðina 3-2.

 

MÁÁL, 3-2 til EB/Streym, 84 min: EB/Streymur nú lagt seg á odda 3-2. Málið kom bert 4 minuttir eftir, at Kí hevði javnað. Málskjútti hjá EB/Streymi var miðvallarleikarin, Brian Olsen.

 

MÁÁL, 2-2, Páll Klettskarð, 80 min: Hóast EB/Streymur hevur havt gott tamarhald á leiðsluni, hevur KÍ nú javnað. Páll Klettskarð skoraði útjavnandi málið fyri KÍ, so støðan er nú 2-2 við Margáir.

 

2-1 til EB/Streymur: Støðan við Margáir er nú 2-1 til heimaliðið, EB/Streym. Málskjútti hjá EB/Streymi var miðvallarin, Arnar Dam.

 

MÁÁL, 1-1, Leif Niclasen, 42 min: EB/Streymur hevur nú javnað. Stutt undan hálvleiki, hevur tað eydnast Leif Niclasen at fáa mál, so støðan við Margáir er nú 1-1.

 

MÁÁL, 0-1 til KÍ, 3 min: KÍ hevur fingið eina dreymabyrjan við Margáir. Eftir hornaspark frá Jóannesi Bjartalíð, fór bólturin í málið. Tað er ikki heilt vist hvør fekk málið, men fyrstu metingarnar siga, at tað var KÍ leikarin, Sørmundur Kalsø, ið átti síðsta fótin á bóltinum. 

 

EB/Streymur: Jákup Andriasn Hansen – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Tonny Kruse – Rói Olsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen – Brian Olsen, Leif Niclassen, Ragnar Danielsen

 

KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmund Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Mayowa Alli, Heðin á Lakjuni – Ndende, Atli Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreassen – Kenan Hajdarevic, Páll Klettskarð

 

 

ÍF - B71 5-0

1-0 Clayton Soares

2-0 Dánjal á Lakjuni

3-0 Kristoffur Jakobsen

4-0 Andy Olsen

5-0 Kristoffur Jakobsen

 

LIÐUGT: Dysturin í Fuglafirði er nú liðugur. Hann endaði við 5-0 sigri til heimaliðið, ÍF.

 

MÁÁL, 5-0 til ÍF, 88 min: ÍF er nú á odda 5-0. Tað er Kristoffur Jakobsen, ið hevur økt um munin til 5-0.

 

MÁÁL, 4-0 til ÍF, 79 min: Andy Olsen hevur nú lagt ÍF á odda 4-0.

 

MÁÁL, 3-0 til ÍF, 72 min: ÍF er nú á odda 3-0 í Fuglafirði. Tann sum legði ÍF á odda 3-0, var Kristoffur Jakobsen.

 

MÁÁL, 2-0 til ÍF, Dánjal á Lakjuni, 22 min: ÍF hevur økt um munin til 2-0. Málskjútti hesa ferðina var Dánjal á Lakjuni.

 

MÁÁL, 1-0 til ÍF, Clayton Soares, 10 min: ÍF hevur lagt seg á odda 1-0. Eftir innlegg frá Dánjali á Lakjuni, stóð Clayton Soares á rætta staðnum, og hevur hann harvið skotið sítt fyrsta mál í hesum kappingarárinum.

 

ÍF: Predrag Markovic - Leivur Joensen, Margeir Toftegaard, John Daniel Guðjónsson, Sjúrður Jacobsen - Frank Poulsen, Kristoffur Jakobsen - Andy Olsen, Andrias Poulsen, Dánjal á Lakjuni - Clayton Soares

 

B71: Símun Rógvi Hansen - Frits Eið, Johan Hendrik Lydersen, Eirikur Jacobsen, Bjørgfinnur Winther - Óli Johannesen, Suni Højgaard, Bjørgfinnur Winther, Tummas Pauli, Marcus Clementsen - Finn Erik Thomsen

 

 

Víkingur – B68 4-0

1-0 Finnur Justinussen

2-0 Finnur Justinussen

3-0 Finnur Justinussen

4-0 Magnus Jarnskor

 

 

LIÐUGT: Tiltikna steypaliðið úr Víkingi hevur enn einaferð spælt seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Á heimavølli vann Víkingur 4-0 móti B68.

 

MÁÁL, 4-0 til Víking, 90 min: Víkingur er nú á odda 4-0. Ungi og evnaríki Magnus Jarnskor, hevur skotið fjórða málið í dystinum.

 

MÁÁL, 3-0 til Víking, 82 min: Við brotssparki, hevur Finnur Justinussen enn einaferð økt um munin. Hann hevur nú skotið hattrick annan dystin á rað. 

 

MÁÁL, 2-0 til Víking, Finnur Justinussen: Finnur Justinussen er heitur fyri tíðina. Nú hevur hann skotið sítt annað mál í dystinum.

 

MÁÁL, 1-0 til Víking, Finnur Justinussen: Víkingur hevur lagt seg á odda eftir hálvum tíma. Málskjútti var áleyparin, Finnur Justinussen.

 

Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Dánial Pauli Lervig, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Filip Djordjevic – Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen

 

B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Aron Højgaard – Leivur Højgaard, Martin Olsen – Andrias Á Líknargøtu, Esmar Clementsen, Emil Ronaldsson – Kristian Anton Andreassen

 

 

NSÍ – FC Suðuroy 2-1

1-0 Klæmint A. Olsen

2-0 Klæmint A. Olsen

2-1 Búi Egilsson

 

 

Liðugt: Dysturin í Runavík er nú liðugur. Hann endaði við 2-1 sigri til heimaliðið, NSÍ. 

 

MÁÁL, 2-1, 40 min: FC Suðuroy hevur minkað um munin við 10 monnum. Við frálíkum málið, hevur Búi Egilsson minka um munin.

 

30 min: Reytt kort til FC Suðuroy. Brekkan hjá FC Suðuroy er nú enn brattari. Álopsleikarin, Jón Krosslá Poulsen fekk beinleiðis reytt kort, eftir heldur ófantaliga takkling.

 

MÁÁL, 2-0 til NSÍ, Klæmint A. Olsen, 20 min: NSÍ hevur økt um munin til 2-0. Enn einaferð er tað stórskjúttin á NSÍ liðnum, Klæmint A. Olsen, ið hevur skotið mál fyri NSÍ.

 

MÁÁL, 1-0 til NSÍ, Klæmint A. Olsen, 5 min: NSÍ hevur longu lagt seg á odda 1-0. Eftir einmansavrik, hevur Klæmint Olsen lagt NSÍ á odda 1-0.

 

NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Jákup Andrias Gaardbo, Monrad H. Jacobsen, Pól J. Justinussen – Jens Joensen, Hákun Edmundsson – Jonleif Højgaard, Jann M. Mortensen, Jonhard Fredriksberg – Klæmint A. Olsen

 

FC Suðuroy: Rani Johannesen – Tóki Mortensen, Dánjal Gotfred, Høgni Madsen, Heri Kjærbo – Jón K. Poulsen, Palli Augustinussen, Búi Egilsson, Mamuka Torondjadze, Christian Ibeagha – Valerian Iobashvili

 

 

B36 – TB 2-1

1-0 Lukasz Cieslewicz

2-0 Lukasz Cieslewicz

2-1 Albert Adu

 

Dysturin í Gundadali er nú liðugur. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist, at B36 vann 2-1. B36 hevur harvið spælt seg víðari í fjórðingsfinaluna.

 

MÁÁL, 2-1 til B36, 85 min: TB hevur nú minkað um munin. Albert Adu var málskjútti.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara

 

TB: Ivan Stojkovic – Andri F. Bjørnsson, Reynir Magnusson, Teitur Olsen, Teitur Justinussen – Rógvi Joensen, Jonhard Ferjá, Eirikur Magnusarson – Franck Able, Albert Adu – Petur Mortensen

 

 

MB – Giza/Hoyvík 0-3

0-1 Leivur Holm Joensen

0-2 Johan Restorff 

0-3 Ahmed Keita

 

Dysturin í Miðvági er nú liðugur. Hann endaði við 0-3 sigri til útiliðið, Giza/Hoyvík.

 

MÁÁL, 3-0 til Giza/Hoyvík, 90 min: Ahmed Keita skoraði triðja og seinasta málið hjá AB.

 

MÁÁL, 2-0 til Giza/Hoyvík, 65 min: Jóhan Restorff hevur nú lagt Giza/Hoyvík á odda 2-0.

 

MÁÁL, 1-0 til Giza/Hoyvík, 55 min: 2.deildar liðið, Giza/Hoyvík hevur lagt seg á odda 1-0 í Miðvági móti MB. Málskjútti hjá Giza/Hoyvík var miðverjin, Leivur Holm Joensen.

 

50 min: Støðan í dystinum í Miðvági er 0-0. 

 

MB: Gerard Lognberg – Jens Rasmussen, Símun W. Høgnesen, Kári Mikkelsen, Ingi W. Joensen – Esmar Fagraberg, Christian Wilhelm Jacobsen, Bjarni Á. Dalsgaard, Solomon A. Kwaoo, Tórður á Presttrøðni – Otto I. Jacobsen

 

Giza/Hoyvík: Atli undir Kletti – Leivur H. Joensen, Jón Samuelsen, Magnar Vang, Jónar B. Dahl – Rani D. Christiansen, Bogi Hermansen, Guttormur Patursson, Johan Restorff – Ahmed Keita, Áki D. Egholm