Hol í Antarktis loypir hvøkk á granskarar

Eitt velduga stórt hol í Antarktis hevur loypt hvøkk á granskarar. Holið er á stødd við tveir triðingar av Manhattan í New York.

Eitt velduga stórt hol í Antarktis hevur loypt hvøkk á granskarar. Holið, sum talan er um, er á stødd við tveir triðingar av Manhattan í New York.

 

Sagt verður, at Thwaites-jøkulin, sum hann verður róptur, er í vestara parti av Antarktis, og hann bráðnar nógv skjótari enn áður hildið.

 

Hetta er bara ein av fleiri órógvandi niðurstøðum í einari kanning, sum rúmdarstøðin NASA í USA hevur gjørt.

 

Granskarar undir leiðslu av NASA, sum standa aftan fyri kanningina, siga, at tey høvdu roknað við at finna smáar rivur í ísinum, har vatn úr havinum kann renna inn undir ísin og smelta jøkulin innanífrá.

 

Men, støddin á holinum í ísinum, kemur óvart á granskararnar. Holið er 300 metrar djúpt og er nóg stórt til at rúma 14 miljardum tonsum av ísi.

 

Sagt verður, at meginparturin av smeltaða ísinum er smeltaður seinastu árini. Granskarar hava brúkt satelittar og radarar til tess at kanna jøkulin.

 

Thwaites-jøkulin og nærliggjandi jøklar eru so mikið stórir, at um teir smeltaðu, hevði hetta økt um globalu vatnstøðuna við 2,4 metrum, verður lagt aftrat.