Danski serfrøðingurin í partabrævahandli heldur lítið um, at nevndin í Atlantsflog hevur keypt egin partabrøv frá leiðsluni í fyritøkuni, og tað enntá fyri ein yvirprís á 10 prosent.
Bjarne Jensen arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi og analytikari, hann hevur millum annað verið í Føroyum og veitt ráðgeving í samband við einskiljingina av Føroya Banka, og hann fylgir sera væl við í partabrævahandlum.
Hann byggir fyrst og fremst sína serfrøði á viðurskiftini kring danska og harvið felags norðurlendska partabrævamarknaðin. Atlantsflog er fyrst og fremst knýtt at keypsskálanum í Reykjavík, og tí ynskir hann at taka fyrivarni fyri, at ymisk frávik kunnu vera frá evropeisku standardunum, sum eitt nú eru galdandi á keypsskálanum í Keypmannahavn.
Kortini keypir Bjarne Jensen ikki grundgevingarnar hjá nevnd og leiðslu í Atlantsflog fyri at handla, sum hon ger.
Christian Andreasen og Magni Arge vísa báðir á, at nevndin hevur heimild til at keypa egin partabrøv fyri ein kurs, sum víkir 10 prosent frá marknaðarkursinum.
- 10 prosents heimildin er ein formalitetur, sum til dømis allar fyritøkur á danska keypsskálinum hava í sínum viðtøkum. Endamálið við hesi viðtøku er einans at binda um heilan fingur, um so er at nógvir handlar eru á marknaðinum sama dag sum ein fyritøka keypir egin partabrøv og kursurin tí fer upp og niður. Tá kann jú vera trupult at áseta, hvat marknaðarkursurin er, og tí hava fyritøkur hesa heimild, ið kann samanberast við elastikk fyri at raka dagsins kurs. Endamálið er als ikki at nevndin í eini fyritøku kann brúka hesa heimild aktivt, slær Bjarne Jensen fast.
Danski serfrøðingurin keypir heldur ikki argumentatiónina hjá Magna Arge, sum førdi fram at leiðslan vildi selja part av sínum partabrøvum, tí hon hevði keypt fyri læntar pengar og nú var rentubyrðan støðugt meira tyngjandi fyri leiðsluna.
- Privata fíggjarstøðan hjá leiðsluni er ongantíð eitt argument fyri, at ein nevnd kann keypa egin partabrøv frá leiðsluni inn í fyritøkuna, sigur Bjarne Jensen.
Hann vísir á, at einasta endamál hjá nevndini er at umboða eigararnar og teirra ogn á besta hátt. Atlit til privat viðurskifti hjá leiðsluni eru ikki viðkomandi fyri nevndina, metir serfrøðingurin.
Javnbjóðis møguleikar
- Heilt grundleggjandi kann man siga, at tá ein fyritøka fer á virðisbrævamarknaðin, so er tað samstundis við tí fortreyt, at øll skulu hava somu møguleikar at keypa og selja, øll skulu fáa somu viðgerð. Tí ber ikki til at nevndin fer inn og forfordeilir ávísar partaeigarar, sigur Bjarni Jensen.
Sosialurin hevur fyrrapartin verið í samband við keypsskálan í Reykjavík. Har ynskja tey í fyrstu atløgu ikki at gera viðmerkingar til handilin við partabrøvum í Atlantsflog, sum fór fram mikudagin í síðstu viku. Keypsskálin ynskir fyrst at kanna málið nærri.