Holgar heldur fram í Vágunum

07 Vestur liðskiparin tekur enn eitt ár í Vágunum

07 Vestur hevur í kvøld longt sáttmálan við liðskiparan, Holgar Durhuus.

 

Holgar hevur annars verið settur í samband við eitt skifti seinastu vikurnar til hinar uppflytararnar úr EB/Streymi, men tað verður av ongum, tá Holgar í kvøld hevur bundið seg til barndómsfelagið.

 

Holgar Durhuus hevur verið partur av besta liðnum í Vágunum síðani 2009, tá hann byrjaði. Í 2014 spældi Holgar tó í øðrum felagi, tá hann umboðaði Skála.

 

Hópurin hjá 07 Vestur er tí nú av álvara farin at taka skap til komandi kappingarár.