Holland bíðaði leingi

HM 2022: Cody Gakpo er eitt navn, sum er vert at halda eyga við. Hann sendi Holland á sigurskós seks minuttir fyri tíð móti Senegal, sum saknar Sadio Mané

Holland er á odda saman við Ekvador í bólki A. Holland vann í dag 2-0 móti Senegal. Tað gingu heili 84 minuttir, áðrenn Holland hevði eina skilagóða royna á mál, og hon fór eisini í málið. Senegal royndi at bíta frá sær, men uttan skadda Sadio Mané megnaði afrikansku leyurnar ikki at umsetta til mál.

 

Í fyrra hálvleiki hevði Frenkie De Jong besta møguleikan hjá Hollandi, tá hann kom leysur í brotsteigin, men tað bleiv til ov nógvar skotfintur, áðrenn hann bleiv taklaður. Í hinum endanum mátti Virgil Van Dijk seta høvdið á eitt dundurskot frá Senegal.

 

Leingi sá út til, at hetta fór at enda við málleysum javnleiki, men seks minuttir fyri tíð stútaði Cody Gakpo eitt innlegg í mál. 23 ára gamli málskjúttin spælir við PSV og hevur í fleiri førum verið settur í samband við størri feløg.

 

##med2##

 

Í yvirtíðini staðfesti Davy Klaassen sigurin við máli til 2-0. Holland verður rokna sum ein avbjóðarunum til HM, tó uttan at verða ein favorittur. Fyri Senegal kemur tað illa við, at Sadio Mané er skaddur. Hann er stóra vónin hjá teimum.

 

Holland – Senegal 2-0 (0-0)

 

1-0 Cody Gakpo, 84

 

2-0 Davy Klaassen, 90+9

 

Senegal: E. Mendy, Diallo (Jakobs 62), Koulibaly, Cissé, Sabaly, N. Mendy, Gueye, Diatta (Jackson 74), Kouyaté (Pape Gueye 74), Sarr, Dia (Dieng 69).

 

Gul kort: Idrissa Gueye, N.Mendy.

 

Venjari: Aliou Cisse

 

Holland: Noppert, Blind, Ake, Van Dijk, De Ligt, Dumfries, De Jong, Berghuis (Koopmeiners 79), Gakpo, Bergwijn (Klaasen 79), Janssen (Depay 62).

 

Gul kort: De Ligt.

 

Venjari: Louis van Gaal

 

Støðan:

 

1. Ekvador 2

 

2. Holland 3

 

3. Senegal 0

 

4. Katar