Tað hevur gingið illa hjá Hollandi til EM undankappingina hesaferð. So mikið illa, at Holland ikki verður at síggja til EM endaspælið komandi summar.
Tað varð staðfest í kvøld, tá Holland á heimavølli tapti 3-2 ímóti Kekkia.
Holland hevði undan dystinum ein møguleika at koma til EM endaspælið. Tað skuldi vera, um Holland vann sín dyst, umframt at Turkaland ikki vann sín dyst móti Íslandi.
Men hvørki av tí gjørdist til veruleika, tí Turkaland vann sín dyst móti Íslandi, umframt at Holland tapti sín dyst.
Kekkia endar tí fremst í bólki A við 22 stigum, Ísland á øðrum plássið við 20 stigum og Turkaland á triðja plássið við 18 stigum.
Noreg tók ikki av
Eisini Noreg hevði í kvøld ein avgerandi dyst. Um Noreg hevði vunnið sín dyst á útivølli móti Italia, hevði Noreg spælt seg beinleiðis til EM endaspælið komandi summar.
Tað varð eisini leingi líkt til, at tað skuldi vera so, tí aftaná 23 minuttir legði Alexander Tettey Noreg á odda 1-0.
Men seinasta korterið vendi Italia dystinum. Teir skoraðu tvey mál, soleiðis at støðan endaði við 2-1 sigri til Italia.
Tá so Kroatia vann sín dyst 2-1 móti Malta, fór Kroatia framum Noreg á øðrum plássið.
Noreg skal tí til play-off um at sleppa til EM endaspælið komandi summar.
Úrslitini í kvøld vóru hesi:
Bólkur A:
Letland-Kasakstan 0-1
Holland-Kekkia 2-3 (Kekkia beinleiðis til EM)
Turkaland-Ísland 1-0 (Ísland beinleiðis til EM, Turkaland beinleiðis til EM sum besti trýari)
Bólkur B:
Belgia-Ísrael 3-1 (Belgia beinleiðis til EM)
Kypros-Bosna Herzegovina 2-3 (Bosnia til play-off)
Wales-Andorra 2-0 (Wales beinleiðis til EM)
Bólkur H:
Bulgaria-Azerbadjan 2-0
Italia-Noreg 2-1 (Italia beinleiðis til EM, Noreg til play-off)
Malta-Kroatia 0-1 (Kroatia beinleiðis til EM)