Fótbóltur
Fótbóltsfjepparar kring heimin fegnast. Holland sum altíð er garantur fyri undirhaldandi og málsóknum fótbóltsspæli, hevur longu tryggjað sær sætið í HM-endaspælinum í Suður-Afrika. Hetta var staðfest aftaná ein 2-1 sigur á Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Støðan í hálvleikinum var 2-0. Hollendingar skoraðu tvey skjót mál tíðliga í dystinum. Tá eitt stórt korter var farið, var Holland longu á odda 2-0. Nigel de Jong skoraði aftaná átta minuttir, og løtu seinni økti Mark van Bommel til 2-0. Ísland svaraði ikki aftur fyrr enn 88 minuttir vóru spældir, tá Kristjan Örn Sigurdsson minkaði um munin til 1-2. Nú er borðreitt til ta heilt stóru veitsluna, tá Holland á heimavølli tekur ímóti Noregi mikukvøldið.
Noreg bert eitt stig
Noreg hevði veruliga tørv á at vinna á Makedonia á útivølli í Skopje, men okkara grannar í eystri fingu bert eitt stig við sær úr Makedonia. Brede Hangeland fekk gula kortið undir dystinum, og fær ikki verið við til dystin ímóti Hollandi mikukvøldið.
Brede Hangeland gav ilt av sær, og helt, at makedonsku spælarnir duttu ríkiliga lætt. Skotski venjarin, Craig Burley var í Skopje, og kundi hann fegnast um, at Noreg og Makedonia mistu tvey stig í part, samstundis sum Ísland tapti. - Hetta vóru tvey fullkomin úrslit fyri Skotland, segði Burley við norskar fjølmiðlar aftaná dystin.
Danmark vann dyst nr. 100
Danska fótbóltslandsliðið hevur spælt landsdystir í 101 ár, og í øldini sum farin er, hevur Danmark nú spælt 100 landsdystir ímóti Svøríki. Hesaferð stóðu eisini avgerandi HM-stig uppá spæl, og gjørdist talan um eina spennandi norðurlendska grannauppgerð.
Danmark tók eitt risafet ímóti HM-endaspælinum í fótbólti, sum verður í Suður-Afrika komandi ár. Ì landsdysti nummar 100 megnaðu danskarar á Råsunda Leikvøllinum í Stokkhólmi at vinna 1-0 á Svøríki. Sigursmálið skeyt Thomas Kahlenberg aftaná eina svenska verjuvillu. Svenskarar høvdu annars nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær sigurin. Tá 10 minuttir vóru farnir, fingu svenskarar sín størsta málmøguleika, tá teir fingu brotsspark. Kim Källström var settur at skjóta, men Thomas Sørensen í danska málinum hevði eina rimmarbjarging.
Nú sær veruliga gott hjá Danmark, sum hevur 16 stig fyri 6 dystir. Svøríki hevur bert 6 stig fyri 5 dystir, og sær ikki gott út hjá svenskarum at vinna sær sess í HM-endaspælinum. Danmark hevur eisini hildið málið reint í fýra dystum á rað nú.
Portugal vann 2-1 á Albania á útivølli. Hálvleiksstøðan var 1-1. Hugo Almeida legði Portugal á odda, tá 27 minuttir vóru spældir, stutt aftaná javnaði Bogdani til 1-1. Tað stóð á gomlum nøglum hjá Portugal, men í yvirtíðini skoraði Bruno Alves sigursmálið fyri Portugal. Svøríki fær tó møguleikan at hála inn á Portugal mikukvøldið, tí tá taka svenskarar ímóti Malta.
Serbia liggur væl fyri
Serbia kann taka eitt stórt stig ímóti HM-endaspælinum, við at vinna á Føroyum á Tórsvølli mikukvøldið. Tað verður eitt ógvuliga motiverað serbiskt lið, sum kemur til Føroya í komandi viku, og verður áhugin fyri dystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli risastórur í Serbia.
Serbia hevur fyribils lagt seg klárt á odda í HM-undankappingarbólki 7. Serbia vann á heimavølli 1-0 á Eysturríki. Sigursmálið fall í fyrra hálvleiki, og var tað Nenad Milijas sum skoraði sigursmálið, longu tá sjey minuttir vóru farnir av dystinum. Rumenia vann 1-0 á Litava á útivølli. Ciprian Marica skeyt sigursmálið, tá 38 minuttir vóru spældir, og helt hann soleiðis lív í vónini hjá Rumenia at gerast nummar tvey í undankappingarbólkinum.
Ongland klárt á odda
Í undankappingarbólki nummar 6 liggur Ongland ógvuliga væl fyri, aftaná ein 4-0 sigur á Kasakstan á útivølli. Byrjanin var heldur trilvandi hjá Onglandi, og hevði Kasakstan nakrar risastórar málmøguleikar at byrja við, og teir fingu eisini eitt mál, sum tó varð kolldømt.
Men so vaknaði Ongland, og stutt undan steðginum skoraðu Gareth Barry og Emile Heskey, so Ongland kundi fara til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki økti Wayne Rooney til 3-0 við einum vøkrum sparki, og stutt aftaná staðfesti Frank Lampard sigurin við at seta eitt brotsspark í netið til 4-0. Samstundis hilnaðist tað so væl hjá Onglandi, at Kroatia og Ukraina spældu javnleik 2-2. Mikukvøldið tekur Ongland ímóti pinkutjóðini, Andorra, og kunnu onglendingar tá veruliga leggja sjógv ímillum seg og hini liðini í bólki 6.