Holland skjýtur frá hond

Hóast endaspælið er ungt, so hevur Holland longu vunnið sær status sum ein av heitastu favorittunum í EM-kappingini.

Í kvøld vann Holland ikki minni enn 4-1 á Fraklandi, sum tó var sera væl við í seinna hálvleiki.

Fyri steðgin var talan um mest sum óinspireraða framførslu frá Fraklandi, og tað var fult uppiborið, at Holland var á odda við málinum, sum Kuyt stútaði eftir horna.

Eftir steðgin trýsti Frakland, og ein útjavning lá leingi í luftini. Men við Zidane-líknandi fótskifti byrjaði van Nistelrooy eitt framúr skjótálop, og so stóð brádliga 2-0.

Frakland fekk eina vón, tá Henry minkaði um munin, men stadion-speakarin hevði ikki so mikið sum rópt navnið á franska málskjúttanum, áðrenn Robben hevði bankað bóltin upp undir franska nettakið. Og tá Sneijder so í yvirtíðini skoraði við vøkrum skoti, var hollendski dominansurin totalur.

Holland hevur nú spælt móti báðum finalistunum frá seinastu HM-kappingini. Úrtøkan er 6 stig og 7-1 í málmuni, og tað er einki minni enn framúr.

Teir eru nú vísir í oddasessinum í bólkinum, og tað kann gerast heilt stóri møguleikin hjá Rumenia, sum við sigri á júst Hollandi í seinasta dystinum kann gerast nummar tvey.

 

Holland-Frakland 4-1 (1-0)

1-0: Dirk Kuyt, 8.

2-0: Robin van Pierse, 59.

2-1: Thierry Henry, 71.

3-1: Arjen Robben, 72.

4-1: Wesley Sneijder, 90.