Hollendskur dómstólur noktar útflutningin av floglutum til Ísrael

Kærudómstólur heldur, at vadi er fyri, at F-35-flogfør eru við í broti á altjóða lóg

 

 

Ísrael er eitt av fyrstu londunum, sum hevur tikið F-35 flogfør í nýtslu. - Foto: Amir Cohen/Reuters

Ein hollendskur kærudómstólur gevur hollendsku stjórnini boð um at steðga útflutningi av eykalutum til F-35 stríðsflogfør í Ísrael.

Tað skrivar Reuters.

Forboðið ímóti útflutninginum skal koma í gildi innan sjey dagar.

– Tað svitast ikki, at tað er greiður vandi fyri, at útfluttu lutirnir til F-35 flogfør verða brúkt til álvarsom brot á altjóða humanitera lóg, skrivar kærudómstólurin í avgerðini.

Ein dómstólur í hollendska býnum Haag gjørdi annars í desember av, at Holland kundi halda fram við útflutninginum av eykalutum til ísraelsk stríðsflogfør.

Fleiri mannarættindafelagsskapir høvdu reist málið ímóti hollendska statinum. Tey kærdu avgerðina í desember.

Mannarættindabólkarnir stúra fyri, at eykalutirnir hava ein virknan leiklut í álopunum hjá Hamas í Gazageiranum.

Tað er USA, sum framleiðir F-35 flogførini og teir hartil hoyrandi eykalutirnar.

Nakrir av lutunum verða goymdir í einum goymslubygningi í Hollandi og verða sendir haðani til Ísrael og fleiri onnur lond.

Tá ein dómstólur í desember vísti aftur at steðga útflutninginum, varð tað gjørt við tilvísing til, at ein slík avgerð er politisk.

Spurningurin um útflutning av lutum til ísraelsku stríðsflogførini er eisini reistur í Danmark.

Har hevur millum annað Amnesty Internationa funnist at, at danska fyritøkan Terma útflytur lutir til Ísraelsku F-35-flogførini.

/ritzau/

 

 

 

Ísrael er eitt av fyrstu londunum, sum hevur tikið F-35 flogfør í nýtslu. - Foto: Amir Cohen/Reuters