Hollywood-stjørna gera upptøkur í Føroyum

Hevur vunnið Oscar-virðisløn, er við í nýggja Jason Bourne filminum og skal spæla Lara Croft í nýggja Tomb Raider filminum.

Føroyar verða partar av næsta filminum hjá Hollywood stjørnunum Alica Wikander og James McAoy. Talan er um filmin Submergence, ið verður lýstur sum ein romantiskur spenningsfilmur, ið verður filmaður í Fraklandi, Spania, Týsklandi, Djibouti og Føroyum.


Tað er Alica Vikander sjálv, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í filminum, sum í eini samrøðu, ið Celebrity Track hevur lagt út á Youtube, avdúkar, at hon skal til Føroyar, har partar av filminum verða upptiknir.


Tað er tá hon verður spurd um hvussu tað er at arbeiða saman við James McAvoy, at sjónleikarinnan greiðir frá, at hon skal til Føroyar.


- Eg fara í holt við at gera filmin lidnan nú. Hann (James McAvoy) er í Afrika, har tey filma i Djibouti, og eg skal til Føroyar, har eg skal filma teir síðstu dagarnar. Tað tekur umleið 1-2 vikur, sigur Alica Vikander við vertin.


Alica Vikander er ikki hvør sum helst í Hollywood. Svenski sjónleikarinnan fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 2014 og 2015 fyri sínar leiklutir í filmum sum Testament of Youth og Ex Machina. Hennara størsti leiklutur higartil var tó tann sum Gerda Wegener í filminum The Danish Girl. Ein leiklutur, ið hon vann Oscar-virðislønina fyri bestu stuðulsleiklut. Í løtuni er hon aktuel í nýggjasta filminum um Jason Bourne.


Skotski sjónleikarin James McAvoy spælir hin høvuðsleiklutin, og er kanska best kendur fyri sín leiklut sum ungi professarin Charles Xavier í X-men filmunum.