Holst brendi brotsspark

Lyngby hevði í gjár vitjan av nýkosnu meistarunum úr AaB. Dysturin var heldur linligur, og einki mál kom í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki legði toppskjúttin Jeppe Curth AaB fram um. Lyngby fekk nakað aftaná brotsspark, men tað brendi Christian Lamhauge Holst. AaB avgjørdi síðani dystin við einum máli afturat. Jón Rói Jacobsen var ikki í AaB- hópinum hesaferð.