Holst leggur til brots í dag

Lyngby fer í dag undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í donsku 1. deild. Lyngby stóð seg óvæntað væl í seinasta kappingarári og endaði triðfremst í deildini. Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum í Lyngby, og hann skal eisini næsta árið umboða Lyngby. Meðan fleiri av hinum 1. deildarliðunum hava spælt venjingardystir um vikuskiftið, byrjar venjingin í Lyngby í dag. Lyngby hevur bæði mist spælarar og fingið nýggjar. Millum annað er toppskjúttin seinasta kappingarár, Morten Nordstrand, farin at spæla fyri FC Nordsjælland.