Holst staðfesti Silkeborg sigur

Tey trý stigini hava við sær, at Silkeborg hevur tryggjað sær sætið í bestu donsku fótbóltsdeildini. Tað sá annars einki serligt út hjá Silkeborg, tí undan dagsins dysti høvdu teir tapt seks dystir á rað, samstundis sum mótstøðuliðið var nýkosnu meistararnir FC Keypmannahavn.

 

Silkeborg vann tó dystin uppiborið, eftir at Rajko Lekic hevði lagt heimaliðið framum, tá 25 minuttir vóru spældir. Tveir minuttir fyri leiklok staðfesti Christian Lamhauge Holst sigurin við einum góðum máli.

 

Silkeborg, sum fekk eina fantastiska byrjan upp á kappingarárið og leingi var við í bronsustríðnum, hevur verið í fríum falli seinastu vikurnar. So frá at tosa um heiðursmerkir, gjørdist tað heldur ein spurningur um at yvirliva í deildini.

Eftir dagsins sigur seg Holst við útvarpsrásina P3, at hann var ovurfegin um sigurin á FCK.

? Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit forsvorið, at vit fóru at liggja soleiðis sum vit gera nú, og tískil eru vit bara meira enn væl nøgdir við at vinna í dag, og harvið varðveita sætið í deildini, segði Christian Lamhauge Holst við donsku útvarpsrásina.

 

Enn restar eitt umfar av bestu donsku fótbóltsdeildini, men við sigrinum í dag hevur Silkeborg fingið 43 stig og er flutt upp á eitt sjeynda pláss. Hinvegin hevur AGF, sum liggur beint undir niðurflytingarmarkinum, bara 38 stig og kunnu harvið ikki innheinta Silkeborg.