Triðja dystin á rað vann Silkeborg. Mótstøðuliðið seinnapartin í gjár var Sønderjyske, sum fór av leikvøllinum í Silkeborg við ongum. Talan gjørdist nevniliga um 3-1 sigur til heimaliðið. Føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, hevur skotið fleiri mál seinastu dystirnar, men taldist ikki millum málskjúttarnar í dag. Hann byrjaði á beinkinum, men tá hann kom inn eftir steðgin, var hann maðurin aftanfyri seinasta málið í dystinum, umframt at hann hevði nakrar royndir móti málinum hjá Sønderjyske. Troels Bech, venjari hjá Silkeborg, segði undan dystinum, at uppgerðin móti Sønderjyske var ein sannur lykladystur hjá Silkeborg í heyst. Henda lykladyst vunnu Troels Bech og hansara menn, og liggur Silkeborg harvið nummar sjey í bestu donsku fótbóltsdeildini við 13 stigum. Sama stigatal hevur bæði Sønderjyske og AC Horsens. Og tað er av sonnum tætt í Superliguni nú. Hóast 13 stig, so er bara eitt stig niður til Esbjerg, sum liggur skeivu megin niðurflytingarmarkið. Hinvegin eru bara tvey stig upp til Brøndby, sum er á fjórða plássi, sum gevur atgongd til altjóða fótbólt næsta ár. Fremstir í donskum fótbólti eru sjálvandi FCK. Teir eru tíggju stig frammanfyri FC Midtjylland á øðrum plássi.