Holst var nær við

Einki mál kom í dystinum millum Lyngby og Randers á Lyngby Stadion um vikuskiftið

Botnliðið í superliguni skal hava nógv stig fyri at finna seg upp um strikuna, og ein møguleiki var í dystinum ímóti Randers. Tað eydnaðist tó ikki Lyngby at skora, og dysturin endaði málleysur. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst var nærmast á skora, men hann sendi eitt innlegg á stongina.