Holte má út í avgerandi dyst

Leygardagin var onnur hálvfinala hjá Holte IF og Bárða Mikkelsen. Fyrru hálvfinalu vann Holte, men leygardagin gekk ikki eftir vild, og Holte tapti ímóti Skovbakken úr Århus. Dysturin endaði 3-1 í settum. Settúrslitini vóru 25-19, 25-19, 25-27 og 25-18

Neyðugt er tí við einum triðja dysti, sum skal avgera hvør vinnur sær pláss í finaluni um danska meistaraheitið.Vinnarin av tí avgerandi dystinum skal møta DHG Odense, sum vann seinnu hálvfinalu á Ålborg.

Dysturin millum Holte og Skovbakken verður leiktur komandi sunnudag í Århus.