Holte tapti avgerandi dystin

Bárður Mikkelsen og Holte møta nú Ålborg í dysti um triðja plássið

Sunnudagin var felagið hjá Bárða Mikkelsen á vitjan í Århus fyri leika avgerandi hálvfinaluna í bestu donsku flogbóltsdeildini. Dysturin gjørdist eitt satt vónbrót fyri Bárð og Holte, tí teir taptu sannførandi 3-0 fyri Skovbakken, og gjørdist tí ov stuttir til finaluna á hesum sinni.

Holte stóð seg væl í fyrsta sett, men settið glapp teimum av hondum, og Holte megnaði ikki at reisa seg aftur í dystinum. Ein stúgvandi full høll í Århus sá heimaliðið vinna 25-22, 25-21 og 25-17.

Skovbakken skal nú møta Odense í finaluni, meðan Holte má taka til takkar við at leika um triðja plássi ímóti Ålborg.