- Vit fara at hava góð tilboð alla vikuna, og vit hava fingið sertilboð frá okkara veitarum, soleiðis at góð tilboð verða restina av árinum, sigur Havgrímur Johannessen. Mynd: Álvur Haraldsen.

Hon+Hann letur upp í nýggjum handli í morgin

- Tað liggur í dna’num at selja dygdarvørur fyri besta prís í Føroyum, og hetta verður framvegis okkara eyðkenni, sigur handilseigarin, Havgrímur Johannessen.

 

 

- Vit fara at hava góð tilboð alla vikuna, og vit hava fingið sertilboð frá okkara veitarum, soleiðis at góð tilboð verða restina av árinum, sigur Havgrímur Johannessen. Mynd: Álvur Haraldsen.

Í morgin klokkan 10 letur nýggi handilsbygningurin hjá Havgrími Johannessen – Hon+Hann – upp í R.C. Effersøesgøtu í Havn. 

Tað eru bara tvey hús ímillum, har handillin hevur húsast fram til seinasta leygardag, tá gamli handilin læt aftur, og har nýbygdu handilshølini eru.

Umstøðurnar bæði inni í handlinum og uttan fyri handilin eru framúr – við fleiri góðum parkeringsplássum og rúmligum og kundavinarligum handilshølum. 

Tað eru tvær inngongdir inn í handilin, og her slepst inn við koyristóli á báðum støðum.

Við høvuðsinngongdina eru fýra parkeringspláss, og við inngongdina longur uppi eru enn fleiri parkeringspláss. Hetta eru alt parkeringspláss til viðskiftafólk hjá Hon+Hann.

Vøruútboðið í handilshølunum er í fysta lagi tað kenda, sum var í gamla handlinum, men nú plássið er nógv betur, verður útboðið eisini nógv størri, enn tað hevur verið.

- Tað liggur í dna’num at selja dygdarvørur fyri besta prís í Føroyum, og hetta verður framvegis okkara eyðkenni. Nú umstøðurnar eru til tað, fara vit eisini at taka nøkur nýggj vørumerki heim, eins og úrvalið av tí, sum var, verður enn størri.

Havgrímur Johannessen vísir á, at Hon+Hann hevur klæði til gentur og dreingir úr konfirmatiónsaldri og uppeftir – ja, heilt upp til tey eldru. Tískil kann handilin klæða øll – og til øll høvi. 

 

- Nú hava vit eisini størri klæði, bæði til kvinnur og menn – til kvinnurnar PlusSize og til menninar uppí 5XL. 

 

Nevnast kann, at vit nú hava enn fleiri klædningar, skjúrtir og blusur, og nú fáast klædningar eisini í eitt nú grønum liti – bara fyri at nevna, at úrvalið er størri og enn meira fjølbroytt, tó at konseptið í handlinum framvegis er hitt sama.

Havgrímur Johannessen sigur, at nú latið verður upp í morgin, fer handilin at hava eina rættiliga upplatingarveitslu.

- Vit fara at hava góð tilboð alla vikuna, og vit hava eisini fingið sertilboð frá okkara veitarum, soleiðis at vit fara at hava góð tilboð restina av hesum árinum. 

Hann heldur tað vera rættiliga spennandi at hava bygt handilin upp frá byrjan til eittans endamál, sum er at veita viðskiftafólki eina so góða tænastu sum gjørligt – og fyri landsins besta prís.

- Øll eru hjartaliga vælkomin á gott til eitt gott tilboð, bæði í morgin og í døgunum sum koma, sigur Havgrímur Johannessen, handilseigari.

 

##med2##

 

- Vit fara at hava góð tilboð alla vikuna, og vit hava fingið sertilboð frá okkara veitarum, soleiðis at góð tilboð verða restina av árinum, sigur Havgrímur Johannessen. Mynd: Álvur Haraldsen.

Hon+Hann bóða nú til eina rættiliga upplatingarveitslu, sum byrjar í morgin.