- Hon skal vera liðug nú tað várar

Soleiðis sá út, tá arbeiðið byrjaði í endanum av apríl 2015.

Nýggja uppihaldstrappan skuldi verða liðug áðrenn Voxbotn 2015, men tá tað ikki helt, varð tíðarfreistin flutt til ólavsøku. Tann tíðarfreistin helt heldur ikki, og í staðin skuldi trappan verða liðug á jólum.


Tá so tann tíðarfreistin heldur ikki kundi haldast, vórðu tíðarfreistirnar bara sleptar, og hálvlidna trappan hevur nú staðið í frið í fleiri vikur.


Nú hómast tó ein endi. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, upplýsir fyri in.fo í kvøld, at arbeiðið við at gera trappuna lidna verður uppafturtikið í næstu viku, og nú steðgar arbeiðið ikki aftur fyrr enn trappan er liðug.


- Arbeiðið verður tikið uppaftur í næstu viku, og nú verður ikki steðgað fyrr enn trappan er liðug. Arbeiðstakarin hevur lovað at arbeiða so skjótt sum gjørligt, so ein endi kann fáast á verkætlanini. Hon skal vera liðug nú tað várar, tað er einki sum eitur.


Orsøkin til seinkingina skyldast, at man hevur hildið ein steðg, meðan Føroya Grótvirkið hevur framleitt teir síðstu flísarnar.


- Tað seinasta grótið verður skorið nú, og so verður tað flutt til Havnar. Góðskan á føroyska grótinum er góður, men okkurt galið kann vera innímillum. Hetta er heldur ikki nakað vanligt arbeiði, tí flísarnar til trappuna eru so veldiga stórir, at tað hevur verið trupult at skera tað. Bara tann minsti rivan ger, at ein heil flís má vrakast og alt gerast av nýggjum.


Borgarstjórin angrar tó ikki, at man valdi Føroya Grótvirki.


- Kommunan valdu eina føroyska loysn, Føroya Grótvirki, tí vit vildu stuðla føroyskari framleiðslu, og tað halda vit fast um. Tað er eisini nakað serligt, at vit nú hava eina føroyska trappu í staðin fyri at tosa um eina spanska ella kinesiska trappu. 

Soleiðis sá út, tá arbeiðið byrjaði í endanum av apríl 2015.

Soleiðis sá út, tá arbeiðið byrjaði í endanum av apríl 2015.

Soleiðis sá út, tá arbeiðið byrjaði í endanum av apríl 2015.

Soleiðis sá út, tá arbeiðið byrjaði í endanum av apríl 2015.

Soleiðis sá út, tá arbeiðið byrjaði í endanum av apríl 2015.