1. oktober tekur Anna D. Háberg við sum leiðari á Blákrossheiminum.
Anna er 57 ára gomul búsitandi í Tórshavn og ættað úr Fuglafirði. Hon er MA í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, umframt aðrar leiðsluútbúgvingar. Anna hevur drúgvar leiðsluroyndir frá Varðhaldinum í Mjørkadali, Javna og Føroya Politi.
Blákrossheimið er góðkendur viðgerðarstovnur, ið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi; umframt ambulanta viðgerð til ung niður í 15 ár.
15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum, sum er partur av virkseminum hjá Bláa krossi Føroya.
Kelda: www.blakross.fo