Hon vil sleppa at tosa við Bush

Cindy Sheehan misti sín 24 ára gamla son í Irak. Nú vil hon sleppa at tosa við George W. Bush, forseta, tí tað var hann, sum sendi son hennara í kríggj

Casey Sheehan fór upp í amerikanska herin fyri fimm árum síðani. Hann roknaði ikki við at blíva sendur í kríggj, men tað bleiv hann. Hann fekk boð um at fara til Irak, men fimm dagar eftir, at hann var komin hagar, doyði hann í einum skotbardaga í Bagdad.
Nú vil 48 ára gamla mamma hansara sleppa at tosa við George W. Bush, forseta, tí tað var hann, sum sendi sonin til Irak. Seinastu vikuna hevur hon gingið uttan fyri bústað forsetans í Crawford í Texas, har Bush heldur summarfrí hendan mánaðin.
Men Bush vil ikki tosa við hana. Hann sendi boð eftir trimum embætismonnum í Hvítu Húsunum og bað teir tosa við hana. Men Cindy Sheehan sigur, at fundurin teirra millum var nyttuleysur, og at hon framvegis vil hava orð á forsetan sjálvan. Men Bush hevur ongan hug at tosa við hana. Fyrradagin segði hann við tíðindafólk, at hann skilir støðu hennara.
Kravið hjá mammuni hevur vakt ans í USA, og seinastu dagarnar eru fleiri fólk komin til Crawford at stuðla henni. Eisini fleiri politikarar taka undir við hanni, og nú hava 40 demokratiskir kongresslimir mælt forsetanum til at ganga kravi hennara á møti.
Higartil hava næstan 1.900 amerikanskir her-menn latið lív í krígnum í Irak. Cindy Sheehan vil hava Bush at taka hermenninar heimaftur, áðrenn fleiri lat lív.