Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, sum í mong harrans ár hevur verið fongslað og sitið í húsavarðhaldi, hevur nú alment givið til kennar, at hon hevur ynski um at gerast forseti í heimlandinum.
Eftir ætlan verður forsetaval í Burma í 2015, og nú hevur Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin frá 1991 boðað frá sínum áhuga at stilla upp sum eitt av valevnunum.
Eg stilli upp til forsetavalið og vil fegin vera fullkomuliga opin um tað, segði hon á einum fundi í World Economic Forum, sum í Naypyidaw fundaðist um eysturasiatisku búskaparstøðuna.
Ein trupulleiki er tó, at grundlógin í Burma ikki heimilar teimum at stilla upp til eitt forsetaval, sum hava verið gift við útlendingum.
Aung San Suu Kyi var frá 1971 til 1999 gift við Michael Aris, sum var føddur á Kuba, men hevði kanadiska mammu og enskan pápa. Tá hann doyði í 1999, høvdu tey ikki sæst síðani 1995.