Nú hevur verið arbeitt upp á eina føroyska arktiska strategi í nógvar mánaðir eftir hondini. Í fjørsummar segði Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, at ein føroysk arktisk strategi skuldi vera liðug um heystið sama ár. Landsstýrismaðurin segði tá, at Føroyar fyrst skulu hava sína arktisku strategi, áðrenn vit fara við í eina felags strategi saman við Grønlandi og Danmark. Men enn er eingin strategi klár - og somuleiðis er heldur eingin felags arktisk strategi fyri Kongaríkið liðug enn.
Nú vil Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, hava at vita, hvar hendan føroyska arktiska strategiin blívur av. Hon hevur sett landsstýrismanninum í uttanríkismálum fylgjandi spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at orða eina arktiska strategi fyri Føroyar?
2. Nær kann væntast, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið?
3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at implementera føroysku strategiina í felags strategiina fyri alt ríkið?
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur soleiðis í viðmerkingunum:
– Føroyar eru partur av Arktis og Norðuratlantshavi, og tí er tað eisini av størsta týdningi, at vit hava eina arktiska strategi. Bæði eina føroyska og eina felags strategi fyri alt ríkið.
– Arktis og Norðuratlanshavið er blivin heimspolitiskur brennidepil og tískil er tað meira umráðandi nú enn nakrantíð, at vit sum land hava lýst okkara leiklut í hesum partinum av samstarvinum. Harumframt er tað umráðandi, at vit í ríkisfelagsskapinum hava eina samlaða strategi.