Hondbóltsgalla fyri yngru deildir

Leygardagin, 15. apríl, verður hondbóltsgalla fyri dreingir og gentur 10, 12 og 14 ár í Ítróttarhøllini á Hálsi

Foreldrabólkur hjá Neistanum fyriskipar eitt ?Hondbóltsgalla? í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 15. apríl frá kl. 15 til 18.


Fyrstu ferð

Aðra staðni er vanligt, at slík gall verða fyriskipað, og eitt nú høvdu eldri deildirnar eitt slíkt kvøld eftir lokna kapping undanfarna kappingarári. Sambært fyriskiparunum hevur hetta tó ikki verið roynt í yngru deildunum fyrr.

Ætlanin við degnum er, at tað skal verða ein hugnadagur har hondbóltsleikarar úr øllum landinum kunnu møtast og hava tað hugnaligt saman við sínum javnlíkum og øðrum, sum av ein ella aðrari orsøk ikki eru aktivir leikarar. Soleiðis at fáa samanhaldið millum leikarar/feløgini enn betur.

Væntandi verður tiltakið einar 3 tímar til longdar, soleiðis at tað er gjørligt hjá øllum at sleppa heim aftur sama dag.


Fjølbroytt skrá

Skráin til tiltakið er longu fastløgd, og ikki kann sigast annað enn, at henda er fjølbroytt, við tónleiki, skemti, burturlutingum, umframt at luttakararnir fáa smurt breyð og sodavatn.

Tónleikinum koma orkestrini KRIT, við ungum tónleikarum úr Havn, og TANGZ, sum tey flestu ungu kenna, at taka sær av. Frásøgufólk verður stóra navnið í Føroyum Jóhan í Kollafirði.

Eini 900 innbjóðingarseðlar eru sendir út, og vóna fyrireikararnir, at eini 700 fólk verða at síggja á tiltakinum.

Prísurin á atgongumerkjum er 70,-fyri hvønn, tó 100,- tils. fyri systkin. Atgongumerkið er samstundis lutaseðil har vinningarnir eru: Sjónvarp, Play Station, Fløguspælari, Venjingarbúni og hondbóltar, og so fáa tey eisini smurt breyð og sodavatn.

Stuðla tiltakinum hava: Poul Hansen, heilsøla, Bakaríið hjá Gunnleivi, Vita Margarin, Restorffs Bryggjarí, Radiohandilin í N. Finsensgøtu, Elding í SMS, 3-arin í SMS, Th. Dam Ítróttur og Sport Master í Niels Finsensgøtu, og vilja fyrireikararnir nýta høvið til at takka hesum, fyri at teir hava gjørt tað møguligt at hava kostnaðin á atgongumerkjum á einum somikið lágum støði.

Kemur tiltakið at eydnast væl, soleiðis sum fyrireikararnir vóna, er ikki óhugsandi, at tað fer at verða eitt afturvendandi tiltak.