Áðrenn HM-finaluna í hondbólti millum Danmark og Spania høvdu Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og hondbóltsviðmerkjari, og Jákup Mørk, fyrrverandi ítróttarredaktørur á Sosialinum góðar vónir til, at Danmark kundi gera ein vørr í finaluni, og knógva vertslandinum, Spania.
Ístaðin gjørdist talan til ein ófatuliga stóran lúsing til danska liðið, sum spældi sín ringasta dyst í ein mansaldur. Eyðun Samuelsen og Jákup Mørk vóru skelkaðir av, at Danmark kundi spæla so vánaligt í einari HM-finalu.
Longu í steðginum varð øllum greitt, at slagið varð tapt. Danmark var aftanfyri 10-18, og endaði við at tapa 19-35.
Rás2 hugdi eftir HM-finaluni saman við Eyðuni Samuelsen og Jákupi Mørk. Tað ber til at hoyra reportasjuna undir greinini.