Um vikuskiftið fara Atlantic Airways og Sunset kappingarnar í gongd aftur eftir jólasteðg í einar tríggjar vikur. Í báðum kappingunum er greiður eittari, sum stevnir beint í FM finaluna. Eisini er í báðum deildunum hørð kapping um annað plássið, sum jú eisini gevur atgongd til finaluna. Samanumtikið er talan tvær góðar kappingar.
Sunset deildin
Neistin-Tjaldur, leygardagin 7. jan kl. 14.30 í Høllini á Hálsi
Neistin tapti seinasta dystin fyri jól, sum var í móti VB og hetta var samstundis fyrsta tapið í árinum. Væntast kann tí, at leikararnir vilja vaska ósigurin av sær sum skjótast. Eingin ivi um, at Neistin er greiður favorittur móti Tjaldri, sum higartil bara hevur fingið tað eina stigið til høldar.
VÍF-Stjørnan, sunnudagin 8. jan kl. 14.30 í Vestmanna
Her eru útlit til ein javnan dyst, hóast Stjørnan er væl omanfyri VÍF á stigatalvuni. VÍF hevur jú heimavøll og tær hava fleirir ferðir prógvað, at fáa tær sítt skjóta og góða spæl upp at koyra, so spæla tær upp við tey bestu. Hjá Stjørnuni er annað plássið í FM finaluni at spæla um og tær vita tí, hvat ið umræður.
VB-StÍF, sunnudagin 8. jan kl. 15.15 í Vági
VB er vælkoyrandi í løtuni. Og hóast tær hava tapt óvæntað nakrar dystir, so hava tær vunnið so mikið, at tær í løtuni hava annað finaluplássið. StÍF er hangandi niðarliga á miðjuni á stigatalvuni. Men hóast tað, so borga leikararnir av Skálafjørðinum altíð fyri góðum spæli og stríðast altíð væl.
Atlantic Airways deildin
Neistin-Team Klaksvík, leygardagin 7. jan kl 16.00 í Høllini á Hálsi
Fyrsti dysturin millum liðini, sum var í Klaksvík endaði við javnleiki. Um Team Klaksvík er at siga, at góða gongdin, sum var í fyrsta umfari, har liðið var í oddinum, meir ella minni er steðgað upp og longri og longri hevur verið millum stigini. Hinvegin hava allir dystirnir verið tættir og í fjórðingsfinaluni í steypakappingini var um reppið, at tær komu víðari. eina trilvandi byrjan sýnist Neistin at vera komin á beint. Men í mun til seinastu kappingarárini hevur Neistin ikki serstøðuna at vera tað liðið, sum vinnur á øllum. Tað er seinasti dysturin fyri jól, har Neistin tapti fyri KÍF , eitt greitt prógv um. Samanumtikið er Neistin favorittur í móti Team Klaksvik ikki minst á heimabana
VÍF-H71, sunnudagin 8. jan kl. 16.00 í Vestmanna
Í hesum dysti møtast tvey lið, sum saman við Neistanum, stríðast um annað FM finaluplássið. Í tí ljósinum er tað ein sonevndur 4-stigsdystur. Vinnur H71 verða teir 4 stig framman fyri VÍF, meðan um VÍF vinnur, verða liðini jøvn í stigum. H71 hevur havt góðan byr í seinastuni, teir ungu leikararnir hava, saman við nøkrum fáum royndum, hilnast væl. Við tað at VÍF gjørdi væl burtur úr at brynja seg til kappingina, væntaðu fólk helst meira av liðnum, enn teir higartil hava sýnt. Hinvegin, nógv er eftir av kappingini, so teir hava enn møguleikan at prógva seg.
KÍF-StÍF, leygardagin 7. jan kl 17.00 í Kollafirði
KÍF maskinan hevur koyrt ótrúliga væl higartil í kappingini. Skjóta og kropsliga spælið hjá kollfirðingunum skal roynast móti tí meira tekniskt eyðkenda spælinum hjá StÍF, sum eisini er kent fyri at spæla við høgari ferð. Um StÍF megnar at fáa sínar góðu bakspælarar rættiliga at koma inn í dystin, so er ikki ómøguligt, at tað fer at geva KÍF trupulleikar. Men so mugu teir megna at verja fyri reyða herinum, sum er grammur at fara í skjótálop.