Hondbóltsútisetar: Leivur vann á Róa - Teis og Brandur taptu

HØJ misti í uppflytingarstríðnum, Odder fekk nakað av luft til botnin, og Tønder eru eitt stig frá beinleiðis niðurflyting

Fýra føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Einasti føroyski sigursharrin var Leivur Mortensen, ið saman við liðfeløgunum í Odder vann 26-25 sigur á Róa Berg Hansen og liðfeløgunum, HØJ á útivølli. Rasmus Larsen skoraði sigursmálið fyri Odder tá klokkan vísti 59:59, og kundu Leivur og liðfelagarnir tá stórfegnast um ein týðandi sigur, ið gevur teimum nakað av luft til plássini sum merkja beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina. HØJ hinvegin misti tvey týðandi stig í kapprenningini við Grindsted og Sydhavsøerne um annað og triðja plássið, ið geva upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr bestu deildini. 

 

Rói var millum toppskjúttarnar hjá HØJ við seks málum. Leivur skoraði tvey mál fyri Odder. HØJ var á odda 12-10 í steðginum. 

 

Brandur Halgirsson skoraði tvey mál fyri lið sít, Ajax sum tapti 26-31 fyri Skovbakken á heimavølli. Skovbakken var á odda 13-10 í steðginum. 

 

Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál fyri lið sít, Tønder sum tapti 24-26 fyri Otterup á heimavølli. Í steðginum var Otterup á odda 13-11.

 

Í morgin klokkan 17 spæla Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HC Odense móti oddaliðnum, HC Midtjyllandi á útivølli.

 

Støðan: 

 

Nr. Lið: DystirStig
1HC Midtjylland2036
2HØJ 2230
3Grindsted GIF2130
4Team Sydhavsøerne2129
5IK Skovbakken2224
6Otterup HK2222
7Ajax 2119
8Odder 2018
9HEI, Skæring2016
10TM Tønder2116
11FIF2216
12Roskilde2015
13Vendsyssel2213
14HC Odense2010