Hondbremsan varð ongantíð slept við Løkin

B36 var nøgt við støðuna, og NSÍ hevði ikki tyngdina, sum skuldi til fyri at bróta væl skipaða verjugarðin hjá gestunum

Fótbóltur

 

Eingin fagnaður og heldur einki vónbrot. Soleiðis kendist tað, tá ið útnyrðingurin fyri fyrstu ferð seinnapartin sunnudagin gjørdi seg øgiligan og sendi kalt æl oman yvir fótbóltsvøllin við Løkin, har Eiler Rasmussen, sum kom væl frá uppgávuni, hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

Í B36 leguni søgdu teir seg hava dyrgt eftir fullari úrtøku, men javnleikurin var at liva við. Í NSÍ hildu teir seg hava havt yvirvágina, sum kundi havt borið øll stigini við sær, men nú ræður um at venda eyguni ímóti næstu avbjóðingini á trongu leiðini í kappingini um FM heitið.

Hóast teir ikki fingu sigursmálið, tá ið teir síðstu løtuna høvdu ávísa yvirvág, so var eingin ivi um, at tað vóru gestirnir, sum vóru meiri nøgdir. Tríggir leikbannaðir lyklaspælarar áttu ikki at borið bestu fyritreytirnar við sær. Tað sást væl úti á vøllinum, at Santos og Mikkjal Thomassen ikki vóru við, men tað bilti ikki.

Landsliðsmálverjin hevði sjálvandi pyntað millum stólparnar. Men 18 ára gamli unglingaspælarin, Jóan Pauli Jakobsen, var sannur brandur í B36 málinum. Hann livdi fullkomuliga upp til stóra álitið, sum Kurt Mørkøre hevði víst honum, og tað er einki at ivast í, at nógva venjingin saman við Jákupi Mikkelsen hevur ment unga mannin framúr nógv.

Beinanvegin sýndi Jóan Pauli meistarliga refleksbjarging, eftir at bólturin hevði broytt kós. NSÍ legði bragdliga fyri, og B36 lá aftarlaga, men málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, og tá ið heimaliðið royndi at leggja høgar bóltar innfyri, var Jóan Pauli sannførandi, tá ið hann við stórum sjálvsáliti fór fram úr málinum.

 

Hildu aftur

Tað var alla tíðina spennandi, men toppuppgerðin gjørdist ongantíð so intens og undirhaldandi, sum tað varð vónað. Báðir partar vístu, at teir dugdu væl at fara við bóltinum, og tað var støðugt samanspæl og ætlan við tí, sum gekk fyri seg, men tað vóru ikki nógvar spentar støður frammanfyri málini. Tað ráddi meiri um ikki at tapa enn at vinna. Hondbremsan varð ongantíð slept, og serliga hjá heimaliðnum var tað eyðsýnt, at tað restaði broddur og tyngd fyri at skapa tað, sum skuldi til fyri at fáa fulla úrtøku.

B36 gav tilvitað helvtina av vøllinum til heimaliðið, sentralu miðvallararnir Ingi Højsted og Klæmint Matras arbeiddu hart, og miðverjan var so væl skipað, sum úrslitini nógvu tær seinastu ferðirnar hava víst, at hon er.

Á vinstra vongverja var Jóhan V. Gunnarsson framúr hjá B36. Pól Thorsteinsson bjóðaði seg ofta til í framrættaða NSÍ spælinum, men tað var meiri enn torført hjá honum og Jónhard Frederiksberg at sleppa til gjøgnumbrot og innlegg, tí ungi Gunnarsson maðurin við stuðli frá Herberti í Lon Jacobsen var so stinnur.

Á NSÍ miðvøllinum var Nenad Stankovic so sentralur, sum hann plagar at vera. Sjúrður Jacobsen helt upp á bóltin, og Bogi Løkin søkti tómu økini og bjóðaði seg støðugt til í samanspælinum. Uppleggið tóktist vera við longum diagonalsendingum út í síðurnar at liða B36 verjuna sundur. Hjalgrím Elttør var væl upplagdur í vinstra borði, og B36 hevði trupulleikar í høgra verjuborði.

Anderson, sum Jóhan Troest Davidsen hevði tjóður í, var einsamallur á toppinum fyrsta tíman, tá ið Sylla var í høgra borði og skuldi hjálpa Kenneth Jacobsen í verjupartinum. Tað er ikki júst styrkin hjá Sylla, og í 2. hálvleiki varð toppskjúttin fluttur fram á toppin, og Heini í Skorini varð fluttur úr vinstra borði og yvirum.

Hjalgrím Elttør kom fleiri ferðir til baklinjuna, men tað spurdist bara eina ferð úrslit burturúr. Í síðsta álopinum undan steðginum streyk flata innleggið til handara stólpan. Bogi Løkin tamdi og smekkaði í nettakið aftanfyri Jóan Paula Jacobsen, og tá ið dómarin nøkur sekund seinni bríkslaði fyri hálvleiki, var støðan 1-1.

B36 leiðslumálið varð skorað av verjugeneralinum Fróða Benjaminsen ein minutt frammanundan NSÍ málinum. Jóhan V. Gunnarsson streyk í eitt tvey samanspæli við Berg Midjord til baklinjuna, flata innleggið varð blokerað til horna, og eftir eitt sindur av aftur og fram skoraði Fróði Benjaminsen.

Spælið loysnaði ongantíð, tí útgangsstøðan broyttist ongantíð. Báðir partar høvdu eitt stig við sær á vøllin, og báðir partar høvdu alla tíðina eitt stig á kontini.

NSÍ royndi at vísa vilja til meiri framrættað spæl, tá ið teir ofraðu eitt sindur í verjuni og settu framrættaðu Øssur Dalbúð og Andy Olsen á vøllin, men hóast Óli Hansen var frammi í øllum deyðbóltsstøðunum – eisini longu innkastunum hjá Einari Hansen - so restaði tað framvegis tyngdin og broddurin, sum skulu til fyri at lata upp hjá Fróða Benjaminsen, Jóhan V. Gunnarsson, Jóan Paula Jacobsen og hinum í B36 verjuni.

Tí varð eingin fagnaður og heldur einki vónbrot, tá ið útnyrðingurin stoytti seg omanyvir spælararnar og áskoðarafjøldina, ið ikki var heilt so stór, sum tað kundi roknast við, tá ið talan var um toppuppgerð, og bara hesin eini dysturin var í Eysturoy, fór í mongu bilarnar.