Hongdu deyðan mann í Iran

Hin deyðadømdi varð vaktur um morgunin við boðunum um, at hann skuldi heingjast. Maðurin gjørdist ovfarin og stríddist ímóti.

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at myndugleikarnir í Iran hava hongt ein deyðadømdan mann, tó at hann longu var deyður, tá hann varð hongdur.

 

Maðurin doyði í fongslinum, stutt áðrenn hann skuldi heingjast. Hann skuldi heingjast saman við einum øðrum manni, sum eisini varð dømdur fyri narkotikakriminalitet.

 

Sambært Iran Human Rights skuldu báðir menninir heingjast í fongslinum í Zahedan í Sistan-Balutsjistan-landslutinum. 

 

Mannarættindafelagsskapurin sigur, at maðurin kom í stríð við fangavørðarnar, tá hann fekk at vita, at hann skuldi heingjast, og tað endaði við, at hin deyðadømdi varð sligin í nakkan.

 

Iran Human Rights sigur, at hóast maðurin var deyður, varð hann kortini hongdur, soleiðis at fangavørðarnir ikki fingu trupulleikar av tí, sum var hent í fongslinum.

 

Hin deyðadømdi varð vaktur um morgunin við boðunum um, at hann skuldi heingjast. Maðurin gjørdist ovfarin og stríddist ímóti, tá hann varð sligin í nakkan og doyði.

 

Sagt verður um hin deyðadømda, at hann átti trý børn, men familjan var ikki sloppin at vitja hann í fleiri ár. Sum skilst, hava iransku myndugleikarnir ikki váttað avrættingina.