Í kvøld spældu Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Mótstøðuliðið var Sønderjyske.
Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var Horsens á odda 28-25. Men so fór alt í svart hjá heimaliðnum eina løtu. Tá 15 sekund vóru eftir av dystinum legði Sønderjyske seg á odda 29-28 eftir at hava skorað fýra mál á rað, har Horsens ikki megnaði at svara aftur. Men lukkutíð fyri Horsens eydnaðist tað Sille Cecilie Sorth í allarseinasta sekundinum at javna til 29-29, so eitt stig var eftir í Horsens. Í steðginum var Sønderjyske á odda 17-14.
Maria skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.
Horsens er nummar níggju í deildini við 13 stigum. Tær eru bert eitt stig aftanfyri Silkeborg-Voel, ið er á áttanda plássinum sum gevur rættin til at kappast í endaspælinum.