Aftur í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein hugtakandi frásøgn.
Tað er Óli Jacobsen, sum skrivar, og hendingin hesaferð er hjartanemandi.
Søgan, sum Óli Jacobsen ger burturúr, snýr seg um eina hending á Eiði fyri fleiri árum síðan.
Fýra ára gamla smágentan, Súsan, var dottin á sjógv, og tað var 10 ára gamli eiðisdrongurin, Andreas, sum bjargaði henni.
Og bjargingin kom í evstu løtu.
##med2##
- Hetta varð tá og verður enn mett sum eitt framúr bragd, sum ikki skal verða gloymt, skrivar Óli Jacobsen í siðsøguni hesaferð.
Lesið VikuskiftisSosialin, sum fæst til keyps í blaðsølunum.
##med3##