Tveir av grønlendarunum hava verið í grundlógaravhoyri í morgun. Onnur viðgerðin er liðug og dómarin hevur játtað, at varðhaldsfongslað mannin í tvær vikur, meðan løgreglan ger nærri kanningar í málinum.
Visir.is vil vera við, at løgreglan hevur funnið tekin um, at harðskapur er framdur í reyða Kia Rio bilinum, sum løgreglan hevur lagt hald á. Enn er tó ikki staðfest, um tað er sami reyði Kia Rio, sum sæst á myndunum úr Reykjavík og úr Hafnafirði. Løgreglan vil tó ikki váttað, at tey hava funnið tekin til harðskap í bilinum.
Løgreglan hevur staðiliga heitt á bilføraran av reyða Kia Rio bilinum, sum sæst á myndunum av Laugarvegi at geva seg til kennar, men enn hevur eingin traðkað fram.