SØLA
Stóra hotellið í miðbýnum í Havn, Hotel Hafnia, er framvegis í hondunum hjá familjuni Restorff. Men fáa teir báðir Jóhan og M.C. Restorff eitt gott tilboð, verður hálvt hundrað ára gamla fyritøkan seld. Fleiri fyrispurningar eru komnir, og tilboð eisini, men hesi hava ikki verið nóg góð.
- Tað hevur als ikki skund hjá okkum at selja. Vit hava góða tíð, og enn hava vit báðir orku at arbeiða á hotellinum. Men fáa vit eitt áhugavert tilboð, viðgera vit tað, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia.
Hvussu nógv Hotel Hafnia er til sølu fyri, vil stjórin ikki siga.
Orsøkin til, at Hotel Hafnia verður selt, um nøktandi prísur fæst, er, at eigararnir ikki vilja kroysta nakran av eftirkomarunum til at yvirtaka hotellið.
- Einki av okkara børnum hevur sum er hug at taka yvir, og vit vilja ikki tvinga nakran at yvirtaka eina so stóra fyritøku.
Sum skilst er Flogfelag Føroya millum tey, sum hava boðið uppá hotellið.
Hotel Hafnia rundaði tey fimti árini fyrr í ár. Hotellið ræður yvir gott og væl 1500 fermetrum. 58 kømur eru á hotellinum.