Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Hotel Ørkin, hevur fingið nýggja heimasíðu. Av Ørkini siga tey, at nýggja heimasíðan skal á ein einfaldan og greiðan hátt vísa vitjandi og ferðafólki, hvat Hotel Ørkin hevur at bjóða. Eisini skal hon upplýsa um tey mest vitjaðu ferðamálini í Íslandi. Nýggja síðan hevur eina bókingarskipan, har tað er møguligt at bíleggja kømur og fundarhøli, sum ger mannagongdina við at bíleggja munandi lættari. Tað er lýsingastovan Krea í Runavík, sum hevur gjørt nýggju heimasíðuna.
Vitja síðuna á www.hotelorkin.is