Hótti matstovueigara í Havn við lívinum

Ein maður er fongslaður í 10 dagar ímeðan løgreglan kannar málið

Í gjár varð ein maður varðhaldsfongslaður í 10 dagar fyri at hava roynt at fremja harðskap, og fyri at hava hótt ein matstovueigara í Havn við lívinum.

 

Hann var, sjálvur annar, farin inn á eina matstovu í Havn í gjáranáttina, og tað endaði við, at løgreglan varð boðsend.

 

Báðir menninir vórðu handtiknir og koyrdir í varðhaldið í Klaksvík. Seinni varð annar leyslatin aftur, men avgjørt varð at føra hin fyri rættin til grundlógaravhoyring.

 

Í hesum sambandi varð hann skuldsettur fyri at hava roynt at fremja harðskap og fyri at hava hótt matstovueigaran við lívinum.

 

Maðurin hevur áður verið í hóslag við løgregluna, og tey stúrdu fyri, at hann kundi endurtaka hóttanirnar, og harðlugu framferðina. Tískil vildi løgreglan hava mannin varðhaldsfongslaðan.

 

Og tað var dómarin í Føroya Rætti, samdur í og sostatt varð maðurin varðhaldsfongslaður í 10 dagar.

 

Hesar dagarnar skal løgreglan so brúka at lýsa málið nágreiniliga. Og so verður støðan tikin til, um gundarlag er fyri at ákæra mannin og fáa hann revsaðan. Og metir løgreglan tað, verður hann so førdur fyri rættin einaferð afturat, har dómarin skal avgera, hvørja revsing, hann skal fáa.

 

Annars hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Nógv fólk hevur verið í býnum, men lagið hevur verið gott. Onkur er dottin av úti, og av tí, at tað er so kalt, hevur løgreglan tikið tey upp, og koyrt tey til hús.

 

Løgreglan hevur eisini kannað skeinkistøðini kring landið at vita um øll viðurskifti eru, sum tey skulu – og har var einki at seta fingurin á.

 

Seinnapartin í gjár kom eldur í einum rennigravara í Norðragøtu, men hann varð skjótt sløktur, og skaðin var lítil, sigur løgreglan.