Avbjóðingin hjá teimum, sum onkusvegna fella uttan fyri tær almennu skipanirnar, - tey sum detta “niður millum” skipanir, tykist hava verið vaksandi seinastu árini. Samgongan hevur í ár givið eina játtan til eitt serligt tilhaldsstað fyri ungfólk, sum hava samansettar avbjóðingar. Hetta er klárt at seta í verk og letur væntandi upp innan stutta tíð og verður mitt í býnum í Havn, eitt hanagleiv úr Steinatúni.
Sjálv haldi eg, at vit eiga at seta okkum størri mál um at fáa gjørt nakað við hesa avbjóðingina. Vit hava fleiri heimleys, og okkurt bendir á, at hetta tal er vaksandi og serliga eru tað ungfólk sum leggjast afturat. Tað er ikki nøktandi í okkara samfelagi.
Mítt mál er ikki bara at bøta um og minka. Mítt mál er at loysa hesa avbjóðingina.
Í grundini vita vit væl hvussu tað kann gerast. Tað er bara neyðugt, at allir partar arbeiða saman eftir sama leisti. So ber tað til!
Talan er um, at vit skulu arbeiða eftir einum kendum sosialpolitiskum grundsjónarmiði, sum kallast HOUSING FIRST. Upprunin til hetta er í USA í 1990unum, har sálarfrøðingurin Sam Tsembis ásannaði at arbeiðshættirnir tey brúktu at hjálpa heimleysum, nyttaðu ikki nóg mikið. Tað mátti gerast annarleiðis.
Ístaðin vóru tingini vend eitt sindur á høvdið. Gev fólki eina íbúð fyrst – og hjálp teimum so við hinum avbjóðingunum tey hava. Eins og hjá okkum, so hevði man frammanundan roynt at gera fólkini “klár” til ein bústað – og sett ymisk krøv, sum tey máttu lúka, áðrenn tey sluppu av gøtuni. Tá tey so ikki megnaðu hetta, so vórðu tey verðandi á gøtuni.
Í Finlandi hava tey tikið Housing First hugsanina til sín, og gjøgnumført hana konsekvent. Talið av heimleysum í Finlandi er fallið markant síðani tey innførdu hetta í 2008. Talið av langtíðarheimleysum er fallið við 68 % og nýtslan av herbergum er 76 % lægri.
Fleiri onnur lond hava lagt seg eftir at brúka hesa grundhugsjón, men ikki so konsekvent sum í Finlandi. Úrslitini vísa alla staðni góðan bata, um enn ikki í sama mun sum í Finlandi.
Vit hava eina stóra avbjóðing í Føroyum við bústaðarviðurskiftum – og givið er, at hetta eisini rakar hart hjá teimum, sum av ymsum ávum ikki megna at fóta sær. Tá tað er torført hjá fjøldini at fáa sær tak yvir høvdið, so er tað upp aftur truplari hjá teimum, sum hava samansettar avbjóðingar og tí enda á gøtuni.
Tað er tí umráðandi, at vit í okkara íbúðarpolitisku loysnum eisini taka hædd fyri teimum, sum eru endaði á gøtuni, teimum heimleysu, og at tann avbjóðingin verður ein partur av samlaðu loysnini.
Mín greiða meting er, at vit eiga at taka HOUSING FIRST grundhugsjónina til okkara. Tað er nakað, sum eg vil virka fyri.
Tú kanst velja eina sosialpolitiska kós víð hjartanum á rætta staði.
Vel Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum 26. mars.
Lat meg fáa atkvøðuna!
Margit Stórá, valevni Javnaðarfloksins til Løgtingsvalið 26. mars











